Rókin dagførir bátahylin á Glyvrum

Fyrradagin skrivaðu Jákup Martin Kjeld, stjóri í Rókini, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at gera endaliga dagføring av vestara arminum við bátahylin á Glyvrum

Spf. Rókin átti lægsta tilboðið at gera arbeiðið. Teir fara undir arbeiðið um mánaðarskiftið juni/juli, og at tað tekur nakrar fáar vikur at fáa tað avgreitt, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Fíggingin er í størstan mun fingin til vega frá lutinum, sum Runavíkar kommuna eigur í fænum hjá Kongshavnar havnastýri. Øll havnagjøld, ið verða goldin, tá ið skip koma inn á Skálafjørðin, falla til havnastýrið, sum Sjóvar, Nes, Runavíkar- og Eysturkommuna eiga. Lutað verður útaftur í mun til fjørulongd – harvið eigur Runavíkar kommuna 48% av ágóðanum. Hesi nógvu seinastu árini hevur Runavíkar havn goldið millum 96-99% av inntøkunum hjá Kongshavnar havnastýri.

Nógv er higartil gjørt við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum, og fyri nakað síðan samtykti býráðið at gera eina endaliga dagføring av vestara arminum við hylin. Atløgubryggja við ravmagni og vatni, var fingin til vega í februar í fjør, og nú skal vegurin framvið atløgubryggjuni asfalterast heilt út á endan og eitt vendipláss gerast sunnanfyri atløgubryggjuna, soleiðis at bilar kunnu venda harúti.

Nógv er gjørt fyri at dagføra bátahyljarnar í Runavíkar kommunu hesi seinru árini. Í Funningsfirði, Skálafirði, Oyndarfirði, Runavík, Søldarfirði og á Skála og Glyvrum. Talið av bátum er vaksandi, og rákið liggur nú soleiðis, at bátahyljarnir, og økini kring um teir, í alt størri mun eru vorðin støð, har fólk savnast, tá ið løtur eru til tað, skrivar kommunan.

Næsta málið í sama viðfangi er ein størri ætlan í havnini í Oyndarfirði, har millum annað bátabrúgvar skulu leggjast út í hylin. Peningurin er tøkur samsvarandi fíggjarætlanini 2020, og bíða verður nú eftir endaligu teknisku loysnini. Tað verður eisini asfalterað á havnarøkinum í Oyndarfirði í summar, skrivar Runavíkar kommuna.