Ríkis løgregluovastin kemur til Føroyar

Tá ríkis løgregluovastin Torsten Hesselbjerg í næstum kemur til Føroyar, er hetta fyrsta vitjan hjá honum í Føroyum, síðan hann tók við starvinum sum løgregluovasti fyri seks árum síðan.


Í døgunum 7. og 8. juni kemur ríkis løgregluovastin Torsten Hesselbjerg á sína fyrstu almennu vitjan í Føroyum. Ríkis løgregluovastin varðar av øllum donskum løgregluøkjum, og av tí at løgreglan er danskt málsøki, er Føroyar eitt av hesum økjum eins og Grønland eisini er.
Ríkis løgregluovastin hevur skyldu til, at við hóskandi millumbilum at vitja og inspisera ymisku løgregluøkini. Tað er ein tílík inspektión, ið er ørindið hjá Hesselbjerg í Føroyum. Á ferðini heldur hevur Hesselbjerg m.a. fund við leiðsluna fyriløgregluna í Føroyum og tí sokallaðu samstarvsnevndina. Endamálið er í høvuðsheitinum at kanna, hvussu fíggjarliga og menniskjaliga tilfeingið verður nýtt, og kunna seg um mannagongdir og um støðuna í føroysku løgregluni.
Hetta er fyrsta inspektiónin, síðan Torsten Hesselbjerg tók við starvinum sum ríkis løgregluovasti í 2000.
Hetta verður somuleiðis fyrsta inspektiónin síðan nýggi fútin Karen Marie Olesen tók við starvinum í fjør.