Nú hevur undirritaði verið løgtingsmaður síðani valið síðst, leingist eftir nøkrum heilt grundleggjandi innan tinggátt, nakað sum eg upplivi í gerandisdegnum, uttan fyri tinggátt.
Eg leingist eftir dygdum innan tingátt sum kallast »eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður«, hví kunnu tinglimir ikki í størri mun tosa um landsins besta, í staðin fyri altíð at hugsa taktikk og flokspolitiskan vinning.
Hvussu kunnu vit lyfta í felag innan tinggátt, tá vit ikki mentalt megna at gloyma klandur og stríð, hví søkja vit ikki tann besta persónliga felagsnevnarin hjá tinglimum, í staðin fyri tað, sum hevur verði seinastu árini, nemliga lægsta felagsnevnara.
Ríkisfelagsskapurin er ein skipan, sum vit eiga at verða góð við, og menna, til felags gagn fyri allar føroyingar, burturi sum heima, vit hava ábyrgdina av einum sterkum ríkisfelagsskapi.
Eg vil Sambandsfloksins og landsins vegna arbeiða fyri, at vit aftur innan tinggátt, koma at kenna tann gamla føroyingin aftur, sum eg leingist eftir.
Tað er at kenna hitan av orðatakinum »eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður«, tástani kunnu tú og eg byggja land saman.