Tá vaktarskifti verður í Amtmantsbrekkuni um ársskiftið, er tað ikki eitt óskrivað blað í føroyskum viðurskiftum, ið tekur sæti sum nýggjur ríkisumboðsmaður Dan M. Knudsen, ið avloysir Søren Christensen sum ríkisumboðsmaðuri við ársskiftið, hevur búð í Føroyum og arbeitt við føroyskum viðurskiftum, síðani hann tók samfelagsliga kandidatútbúgving á Odense Universitet (nú Syddansk Universitet) í 1997.
Tey fyrstu trý árini arbeiddi hann í Fíggjarmálaráðnum, og síðani 2000 hevur hann verið fulltrúi og serkonsulentur á Ríkisumboðnum.
Í stuttari viðtalu við Sosialin, sigur Dan M. Knudsen, at hann sum ríkisumboð hevur rættiliga fastlagdar uppgávur, ið snúgva seg um familjurættarlig viðurskifti, sum til dømis sundurlesing av hjúnum, foreldrasamveru við børn og ættleiðing. Harafturat skal hann sum danskur embætismaður ikki føra politikk, men fylgja løgtingsarbeiðinum og gera frágreiðingar til danskar myndugleikar og hjálpa føroyskum myndugleikum við sambandinum til Danmarkar og øvugt.
? Eg haldi meg havi gott innlit í føroyska samfelagið, og hetta fer ivaleyst at koma væl við í starvinum, sigur Dan M. Knudsen, ið er giftur við Margrethu, sum er ættað av Viðareiði. Saman eiga tey ein drong upp á 14 ár og eina gentu upp á níggju, sum ganga í skúla í Kommunuskúlanum í Havn.