Bjarni Petersen
F Capp
Vit hava fleir ferðir framført, at føroysku rækjuskipini ikki fáa sama pris fyri rárækur sum teir, vit kappast og fiska saman við. Hetta hevur als ikki verið tikið fyri fult. Sagt hevur verið, at »tað passar ikki« ? »hatta eru norskar kr osv?«
Eisini havi eg kontaktað fjølmilafólk at kanna hendan pástand, men tað er als ongin áhugi fyri tí, hetta skuldi annars verið ein uppløgd uppgáva fyri »gølujournalistar«, sum vit annars hava nokk av,
Nú hava vit so selt fyrstu lastina undir litaviskum flaggi, úrslitið var, at vit fingu 23% meir fyri rárækurnar, enn um vit høvdu føroyskt flagg. Tað er so hervið prógvað.
Hvat er galið???
1. Tollforðing er ein partur av orsøkini, men ikki øll, ti hon er 12%, hví sleppa íslendarar og norðmenn undan hesum tolli sínamillum, hví hava føroyingar ikki fyri langt síðan fingið eina slíka avtalu, hóast tað hevur staðið okkum i boði, hevur ikki áhugi verið fyri tí ella hava myndugleikarnir sovið i timanum?
2. Hin høvusorsøkin kann eg ikki sígga at verða arða enn nógv versnandi kappingarføri.
Meinhard Jacobsen á Fiskavirking hevur verið frammi um hendan spurning, men útalilsini hann hevur fingið aftur er, at tað er hansara dugnaloysi, so eg skilji væl, at okkara fræga fólk ikki tímir í fjølmilarnar við slíkum útalilsum.
Um rækjuskipini ikki høvdu hendan tolltrupuleika + tað at vit høvdu kunna selt i kapping við arðar, hesi síðstu árini, hevði søluvirið alt annað líka verið umleið 4 mill meir pr ár, hetta hevði hjálpt munandi.
Av tí vit ikki hava eina Føroyska krónu, kunnu vit ikki eins og onnur lond niður ella uppskriva krónu okkara, og so sum gongdin er at lønin bert fer upp uttan tó at fólk hevur meir eftir, og fiskaprísir niður, so er tað klárt, at vit eru als ikki kappingarførir, serliga tá 99% av útflutningi okkara er fiskur.
Um króna okkara var flótandi eins og í øðrum londum, so var ein føroysk króna í dag helst minni enn 50 oyru verd.
Eg havi enn bert hoyrt ein fagfelagsmann tosað um lønarsteðg áðrenn alt samfelagið skramblar saman, tað var formaðurin í Havnar Arbeismannafelag, Hans Joensen, og hann mundi blivið etin av sínum »egnu« fyri hetta úttalilsi, so hann vágar sær nokk ikki aftur i holt við slíkt
Umframt alt annað vit fingu oman yvir okkum fyri at royna at steðga okkara ætlanum, tá mál okkara um db flagging var fyri i heyst, var at ein annar fagfelagsformaður, Gunnleiv Dalsgaard, skírdi okkum at hjálpa kriminalitetinum í Litava, ja eg veit ikki um slíkt skal virðast aftursvar, men her ríður hann niðarlaga, slíkt úttalilsi ljóðar fyri mær, at hann má bara finna upp á okkurt so ringt sum møguligt at siga. Eg helt hetta var ein hjálp til teirra fátaksliga lív.
Nú hava vit so fingið samarbeiði við eina norðurlenska tjóð, hetta hóast allir møguleikar vóru nýttir at legga okkum forðingar i vegin. Samstundis reisa landsins kosnu menn runt i norðurlondum og royna at faa norðurlenskt samstarv í lag, siga teir, tó uttan úrslit. Nei skil tað hvør ið vil.
Vísmaður nr 1, Herman Oskarson sigur at hetta er onki problem, teir (rækjumenn) skulu bara gera »okkurt annað«. Eg haldi erlig talt at hann sjálvur skuldi verið fyrstur at funnið sær »okkurt annað« saman við minst helvtini av ovurstóra embætisverkinum.
Lansbankastjórin útalaði seg, at tað gjørdi onki, bert um eitt rækjuskip var eftur so hava vit tó stadivekk eina rækuvinnu, tað var »bara« at fiska stórar rækur.
Jú, rætt hevur hann, einasta umbýtiskvota vit hava eftir, er 1.100 ts kvotu av rækjum i Eystgrønlandi, hetta er just nokk til eitt skip. Rest hava vit søplað okkum av hondum, so vit standa so at siga við ongum rættindum i dag innan rækjukvotur. Hesa kvotu hava vit enntá fra ES, hetta hóast vit eru í sama ríki sum Grønland.
Hvat skal vanliga fólkið hugsa, tá hesir yvirklóku útala slikt órvitistos?? ja vónandi eri tað eg sum eri býttur, ti annars stendur illa til í landi okkara, ja sera illa
Teir siga, at tað er i fínasta lagi t. d i fjør at gjalda 70 mill í arbeisloysisstuðuli, tá so at siga einki arbeisloysi var, men tað er als ikki í lagi at seta eina FAS skipan i verk, sum gevur umleið 20 mió minni til landskassan enn áðrenn, men heldur onki skip at hava sum sjalvsagt gevur 0 kr
Eisini er i lagi at gjalda eina luxus løn i barsilskipanini, eisini eini 70 mió í fjør.
Man fær ta inntrykk, tá man hoyrir hesar klóku tosa, at ein FAS skipan er ein 20 mió útreiðsla fyri landi, ein studningur, men á tað í veruleikanum er er at landið fær bert minni inntøku vegna minni skatt fra manningini. Tað má væl verða betur at faa eina minni inntøku fyri landið enn onga inntøku at fáa. Tað nýtist man væl ikki at verða búskaparfrøðingur at skilja
Nei, samfelag okkara siglur við fullari ferð út av aftur eggini, teir klóku siga onki problem, »vit finna uppá okkurt annað«, onki er lært av kreppuni. Nei tað verða valla teir, sum finna upp á okkurt annað, teir hava valla havt nakra krónu i klemmu nakrantíð.
Hetta eru umstøðurnar, rækjuskipini hava at kappast í móti undir føroyskum flaggi.
1. 23% lægri prís fyri tað ráa, sum er 2/3 av veiðini
2. 50% minni veiðirættindi
3. 15-20% meir manningarútreiðslur sum eru umleið 35% av brutto
Hvussu skal hetta ganga upp?