Allir vinnubygningarnir hjá partafelagnum O.C.Joensen á Oyri eru lýstir til sølu Allir bygningarnir hjá pfelagnum O.C.Joensen á Oyri eru nú til sølu. Talan er um fleiri eindir, eitt nú skeljavirkið við tilhoyrandi skrivstovuhølum og starvsfólkarúmi, rækjuvirkið og frostgoymsla, sum er umleið 6.000 rúmmetrar. Samlaða gólvvíddin er umleið. 3.626 fermetrar.
Harafturat koma eini sethús og ein smiðjubygningur, sum er samanbygdur við garasju til trukkar. Gólvvíddin er um 400 fermetrar.
Sagt verður, at tað ber til at keypa allar ognirnar undir einum ella einstakar partar. Tað er eisini møguligt at gera leiguavtalu fyri verandi virksemi.
Síðani í desembur í 2007 hevur Pf. Thor í Hósvík átt meirilutan í Pf. O.C.Joensen. Pf. Thor eigur 60 prosent av O.C.Joensen Holding, sum eigur 80 prosent av Pf. O.C.Joensen, og Pf. Thor eigur eisini tey seinastu 20 prosentini í Pf. O.C.Joensen uttan um holdingfelagið.
Hans Andreas Joensen, stjóri í Pf. Thor, sigur við Portalin, at tey hava gjørt av at gevast við øllum rækjuvirkseminum og at selja allar ognirnar, sum eru knýttar at teirri vinnuni. Hinvegin er ætlanin at halda fram við at arbeiða skeljar, men hevur onkur hug at keypa tann partin av virkseminum, verður skeljavirkið eisini selt, sigur stjórin.
Annars hevur tann lági dollarin trýst skeljaprísin niður, men nú dollarin hækkar aftur, eru útliti fyri, at skeljaprísurin fer uppaftur.
Norðheim, sum fiskar skeljar til skeljavirkið, byrjar vertíðina 15. septembur.