Røkke: Gunnar lærdi meg at spleysa

 Hann er framvegis akkurát soleiðis, sum hann var, tá ið vit sigldu saman við honum, søgdu fýra føroyskir sjómenn, sum hittu Kjell Inge Røkke umborð á Atlantic Navigator sunnudagin. Røkke og føroyingarnir sigldu við norskum trolara síðst í 70'unum

Klaksvík:  Tað var Gunnar, sum lærdi meg at spleysa trol.
Norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke treivst væl ímillum teir fýra føroyingarnar, sum hann sigldi saman við seinast í 70'unum, tá ið teir hittust aftur sunnudagin umborð á Atlantic Navigator.
Røkke segði seg bara hava gott at bera føroyingunum, sum hann hevði siglt saman við fyri sløkum 30 árum síðani.
 Føroyingar vóru bestu trolmenn, sum vóru tá í tíðini, og tí vóru teir bidnir um at koma við norskum skipum. Eg helt nógv av føroyingunum, sum eg sigldi saman við, og eg lærdi nógv av teimum, segði Røkke.
 Hann var sera næmur, segði Gunnar Christoffersen, sum saman við Ólavi Dahl, Johannesi Thomsen og Pól Inga Mittelstein var við til móttøkuna av Atlantic Navigator og heilsaði upp á Røkke.

Kendi seg væl millum føroyingar
Teir vóru á einum máli um, at hóast Røkke er komin langan veg, síðani sigldi við norskum trolarar í sjeytiárunum, so er lyndi hjá honum akkurát tað sama, sum tað var fyri sløkum 30 árum síðani.
 Tað er besta komplimentið, eg kundi fáa, segði Røkke, eftir at hann skemtandi hevði biðið teir sagt okkurt gott um seg.
Røkke og føroyingarnir fingu møguleikan at práta um gamlar dagar, og Røkke greiddi frá, hvussu hann sum unglingi byrjaði sum smyrjari umborð á trolaranum, men endaði á dekkinum.
 Tað var sera læruríkt at sleppa til sjós og verða viðfarin væl av monnunum umborð. Teir virdu teg fyri tað, sum tú gjørdi, og hugsaðu ikki um, hvør tú vart, ella hvaðani tú komst. Eg kendi meg sera væl saman við føroyingunum, og tað er sera stuttligt at kunna møta teimum aftur, segði Kjell Inge Røkke.

Føroyingar halda orð
Røkke hevur seinastu fimm árini aftur arbeitt saman við føroyingum. Næraberg hevur verið eitt samstarv millum JFK í Klaksvík og Aker Seafood hjá Røkke, og hetta samstarv heldur nú fram við einum nýggjum skipi.
 Eg eri fegin um, at vit kunnu koma við hesum skipinum til heimsins bestu fiskimenn. Atlantic Navigator hevur livað eina skiftandi tilveru, men nú fær skipið sítt heim í Føroyum, segði Røkke.
 Bæði við Svalbard fyri 27 árum síðani og nú í samstarvinum við JFK havi eg sannað, at føroyingar eru fólk, sum halda sítt orð. Tá ið teir siga nakað, so standa teir við tað. Tað er gott grundarlag undir einum samstarvi sum hesum, segði norski vinnulívsmaðurin.