Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo
Sum ungur fór Kjell Inge Røkke út at fiska. Aftan á at hava roynt seg í norskum sjógvi eina tíð setti hann kós móti Alaska. Hann fór skjótt undir at byggja sítt egna reið
arí og bygdi upp sín egna flota. Kjell Inge Røkke gjørdist skjótt ein av mætastu reiðarunum í Alaska og statinum Washington. Tað var fyrst og fremst Alaska Pollock, sum fekk pengarnar at streyma inn í kassan hjá tí unga Røkke úr Molde.
Hann var púra ókendur í Noregi. Oljupengar og gamlar ríkar familjur vóru tað nóg mikið av, og so passaði Røkke ikki inn í myndina av, hvussu norðmenn skulu gerast ríkir. Hesum hóvaði Kjell Inge væl. Hann kundi koma heim til Noregs uttan at nakar kendi hann. Hann bygdi sær høvuðsstøð í Seattle í Washington. Ein býur, eisini nógvir føroyingar hava funnið eydnuna í.
Pengastreymurin frá Alaska Pollock øktist skjótt. Tað vóru ongar kvotur. Trolararnir kundu fiska so nógv teir kláraðu innan fyri nærri fastsett tíðarmørk. Hetta førdi við sær eina kapping millum reiðaríini um at byggja so stórar og vælvirkandi trolarar sum gjørligt. Samstundis sum trolararnir gjørdust størri, so minkaði Pollock-mongdin í havinum. Kjell Inge Røkke tryggjaði síni yvirskot við at seta pengar í m. a. fasta ogn í Seattle og øðrum amerikanskum býum.
Myndugleikarnir hava nú skjerpt krøvini, og ikki er líka lætt at royna eftir Alaska Pollock í amerikanskum sjógvi. Tá talan gjørdist um at gera strangari reglur fyri Pollock-fiskiskapin, fór Kjell Inge Røkke samstundis at umhugsa at flyta høvuðsstøð.
Heim í eldin
Fyri fimm árum síðani fóru Kjell Inge Røkke og vinmaðurin Bjørn Rune Gjelsten at gerast kend nøvn í Noregi. Teir vóru farnir undir at keypa seg inn í norsk feløg, og so komu boðini um, at teir vildu flyta høvuðsskrivstovuna til Aker Brygge í Oslo. Aker Brygge er ein gomul skipasmiðja, sum nú er bygd um til skrivstovur og handlar.
Við Aker Brygge sum støð fóru Kjell Inge og Bjørn Rune av alvara at gerast vælkend nøvn í Noregi. Teir keyptu næstan alt, teir fingu hendur á, og spakuliga komu teir innum dyrnar hjá gomlu fyritøkuni Aker, sum millum annað hevur havt fleiri skipasmiðjur. Hetta er eisini ein av teimum heilt stóru fyritøkunum í Noregi. Tá teir høvdu tryggjað sær nóg stóran part av Aker, syrgdu teir fyri, at felagið hjá Røkke RGI bleiv lagt saman við Aker, og nú kallast fyritøkan AKER RGI, og Kjell Inge Røkke situr einsamallur við umleið 90 prosentum av partabrøvunum.
Hetta keypið hevur syrgt fyri, at orðaskiftið hevur verið javnt um Røkke og hansara hugsanarhátt. Fleir vilja vera við, at hann bara hugsar um pengar. Men samstundis eru tað ikki so nógv sum halda, at teir gomlu eigarararnir vóru nógv betri. Munurin er, at meðan Røkke byggir risastórar smáttur og skjóttgangandi bilar og bátar, so velja gomlu eigararnir at brúka pengarnar uttan at øll leggja merki til tað. Røkke er opin og ger ikki nógv fyri at halda seg uttan fyri upptøkutól og fototól.
Hann hevur eisini valt at gera nógv burturúr fótbólti, og hevur keypt bretska felagið Wimbledon. Barndómsfelagið Molde hevur hann eisini átikið sær ábyrgdina fyri og hevur m.a. bygt teimum eitt stadion fyri minst 250 milliónir krónur.
Fiskimaðurin
Hesa tíðina Kjell Inge Røkke hevur verið sjónligur í norskum fjølmiðlum, so hevur fiskimaðurin Røkke ikki verið so sjónligur. Tað er bert einstaka ferð, at nevnt verður nakað um Norway Seafood og America Seafoods Company. Tað er íløgumaðurin Røkke, sum setur pengar í fyri at taka alt yvirskotið í egnan lumma so skjótt sum til ber. Nú tykist Kjell Inge Røkke at trekkja seg burturúr virkseminum í Alaska, hóast fleiri halda, at hann nokk man hava ein fingur við í spælinum eisini í framtíðini.
Hann eigur framvegis American Monarch, American Empress og hinar trolararnar, og hesir skulu eisini hava okkurt at gera.
At Røkke í staðin velur at samstarva við millum annað føroyingar eru uttan iva ein partur av hugsanini hjá honum um at flyta meir virksemi til norðuratlantshav. At so størsta hvítfisk-reiðarin í Noregi velur at samstarva við eina føroyska fyritøku, sum JFK-Trol, eigur ikki bert at vekja ans í Klaksvík.
Eitt slíkt samstarv hevur áhuga fyri allar tjóðirnar, sum fiska í norðuratlantshavinum, og eydnast hetta samstarvið, so er hetta bert byrjanini til eitt sterkt og gevandi samstarv millum Noreg og Føroyar. Har báðir partar fáa nakað burturúr.