Amerikonsku ríkmenninir Bill Gates og George Soros hava gjørt av at brúka fleiri hundrað milliónir krónur til ymisk menningartiltøk í Afrika.
Saman við Rockefeller-grunninum hevur Bill Gates gjørt av at brúka 880 milliónir krónur til at menna afrikanska landbúnaðin. Sjálvur rindar Microsoft-stovnarin 380 milliónir krónur. Málið við verkætlanini er at økja úrtøkuna hjá teimum smáu bøndrunum, og tað fer at hjálpa fleiri milliónum afrikanarum burtur úr fátækradømi.
George Soros kunngjørdi í gjár, at hann fer at brúka 300 milliónir krónur til menningartiltøk í londunum sunnan fyri Sahara. Hansara verkætlan umfatar 165.000 fólk í 33 bygdum í 10 londum. George Soros sigur við AP, at verkætlan hansara skal prógva, at tað ber til at hjálpa afrikanarum burtur úr fátækradømi.
George Soros er formaður í The Open Society Institute, sum ígjøgnum árini hevur latið menningarhjálp fyri næstan 30 milliardir krónur.