Um vikuskiftið er landskappingarfótbóltur aftur á skránni. Fyri HB merkir tað, at Ári Mohr Jónsson og Jóhan Troest Davidsen eru við aftur, eftir at teir høvdu leikbann í 1-0 sigrinum á B68 á Toftum, men Rókur av Fløtum Jespersen má sita uttanfyri ein dyst afturat.
Ári Mohr Jónsson bleiv útvístur eftir seinasta bríksl móti AB, tá hann segði nøkur borgarlig orð við dómaran, meðan Jóhan Troest Davidsen fekk sítt fjórða gula kort, ið útloysir ein dyst leikbann.
Rókur av Fløtum Jespersen, sum fekk beinleiðis reytt kort seint í dystinum, hevur fingið tveir dystir leikbann. Hann má sostat sita uttanfyri, tá HB sunnudagin tekur móti ÍF í Gundadali.
Taklingin sæst í samandráttinum hjá Kringvarpinum við at trýsta HER