Úr Kyndli til Neistan

Neistin hevur gjørt avtalu við Jovanu Stranjanac og Nadju Pejovic komandi kappingarár 2021/22.

Neistin boðar frá, at felagið  hevur gjørt avtalu við Jovanu Stranjanac og Nadju Pejovic komandi kappingarár 2021/22. Tær hava spælt við Kyndli.

– Jovana er 26 ár, málverji og frá Belgrade, Serbia. Hon hevur spælt í fleiri ymiskum feløgum í Serbia, men trý tey seinastu árini, hevur hon spælt við Kyndli. Nadja er 25 ár, bakspælari og frá Niksic, Montenegro. Hon hevur spælt tvey ár í Slovenia, tvey ár í Serbia og tað seinasta árið í Kyndli, skrivar Neistin.

Umframt at spæla við neistakvinnum, skal Jovana Stranjanac verða málverjuvenjari hjá ungdóminum, har Nadja Pejovic skal hjálpa til. 

– Vit í neistanum eru glað um at hava fingið hesa avtaluna í lag og eru spent uppá samstarvið. Jovana og Nadja gleða seg til at verða ein partur av neistakvinnuliðnum og góðum felagsskapi. Báðar eru klárar til at leggja nógv fyri, fyri at geva liðnum møguleika at vinna mest møguligt, skrivar Neistin.

Neistin kom í FM-finaluna í ár, men tapti fyri StÍF.