Ær lembdi sjey lomb

Nú lembingartíðin stundar til, hendi í morgun tað heilt óvanliga, at ein ær lembdi sjey lomb. Sjey lomb í einum! Tað man vera rættiliga óvanligt. Men í morgun hendi tað í einum gerði á Glyvrum.

Eigari og granni trúðu ikki sínum egnu eygum, tá ein ær í morgun lembdi sjey lomb.

Fyri løtu síðan var Portalurin ein túr á Glyvrum og tók nakrar myndir.

Ærin gongur í løtuni í gerðinum við fýra lombum - og eitt er fyribils latið til fosturs.

Av teimum sjey lombunum, sum ærin lembdi, vóru tvey deyðfødd, tó at tey vóru fullborin.

Eigarin sigur við Portalin, at ærin er fleiri ára gomul, og at brundurin - og pápin til lombini - er úr Elduvík.

Myndafrásøgn liggur nú á Portalinum um sjaldsomu hendingina á Glyvrum.