Úr London til Klaksvíkar

Boys in a Band, sum í gjárkvøldið vunnu stóra altjóða tónleikakapping í London, fara leygarkvøldið á pall í Klaksvík, har stórt tónleikatiltak er um vikuskiftið Um vikuskiftið verður stórt tónleikatiltak í KÍ-høllini í Klaksvík. Tiltakið kallast Pulse og verður hildið bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

 

Nógvur góður tónleikur verður at hoyra, og dagsins stóra navn í føroyskum tónleiki, Boys in a Band, fer at spæla leygarkvøldið, og umframt teir verða eisini bólkar sum Eyðun & Terji, Grandma?s Basement, Jens Marni Hansen, Concrete og 200 á pallinum í KÍ-høllini um vikuskiftið. Niðanfyri sæst skráin fyri Pulse tiltakið.

 

Pulse í KÍ-høllini

Fríggjadagur:

23.00: Hurðarnar lata upp

23.30: Jens Marni Hansen (hann spælir í Klaksvíkar Klubba seini)

Concrete

DJ

Dj Knýtil

Dj Sleize

 

Leygardagur:

22.00: Hurðarnar lata upp

00.00: Grandma?s Basement

01.00: 200

02.00: Boys in a Band

03.00: Eyðun & Terji

DJ Ólavur Larsen

DJ Hærzz