Rýma úr kirkjuni

Síðani kirkjan í Svøríki varð skild sundur frá statinum fyri fimm árum síðani, hevur hon mist umleið 300.000 limir.

Í 1999 t.v.s. árið fyri skilnaðin ímillum stat og kirkju vóru 83,5 prosent av svenska fólkinum limir í fólkakirkjuni, men í dag er hetta talið minkað niður í 78,3 prosent, skrivar Politiken. Sambært teimum kønu hevur kirkjan ikki megnað at sannføra fólk um, at tað er rætt at vera limur í henni, og harafturat eru tað summi, sum taka seg burtur úr av fíggjarligum ávum.

Ingrid Andersson, sum er kunningarleiðari hjá kirkjuni, sigur við Politiken, at kirkjan hevur eisini fingið nýggjar limir og serliga hetta seinasta árið. Orsøkina heldur hon vera, at svenska kirkjan gekk undan í atfinningunum at stjórnini aftan á flóðalduvanlukkuna í Suðurasia, og at kirkjan eisini hevur verið sera íðin at finnast at innflytarapolitikkinum hjá stjórnini. Kortini ásannar Ingeid Andersson, at nógv fólk rýma úr kirkjuni.

-Tú kanst siga, at næstan øll, sum doyggja í dag, eru limir í kirkjuni, samstundis sum bara sjey av hvørjum tíggju børnum verða doypt í kirkjuni, sigur hon við Politiken.