Chilensku myndugleikarnir hava igivð boð um, at øll, sum búgva minni enn 25 kilometrar frá gosfjallinum, Copahue, sum liggur á markinum til Argentina, skulu flytast burtur.
Myndugleikarnir siga, at hetta fer at fevna um tilsamans 2.240 fólk, sum mugu flytast burtur, tí staðfest er seismiskt virksemi í fjallinum, sum tó ikki er farið at goysa enn.
Copahue-eldgosið er í eini tilgongd, sum ger, at vandin er sera stórur fyri, a tað fer at goysa. Tí rópa vit nú varskó, sigur chilenski innanríkisráðharrin, Andres Chardwick.