Rýmdi fangin: Nú skulu reglurnar eftirmetast

Danska Kriminalforsorgin er farin at kanna, um reglur ella mannagongdir skulu broytast framyvir. Hetta kemur í kjalarvørrinum av fanganum í Mjørkadali, sum rýmdi úr varðhaldinum fyri kortum.

 

 

Maðurin megnaði at goyma seg frá løgregluni í áleið 16 tímar, áðrenn hann varð funnin í einum fjósi í Kaldbak. Í dag hevur danska Kriminalforsorgin sent Miðlahúsinum eitt tíðindabræv um støðuna.

 

 

 

Har verður sagt, at tað ikki er óvanligt, at føroyskir fangar, sum eru í fongsli í Danmark, verða sendir til Føroya at sita seinasta partin av dóminum. Og tað var júst støðan hjá tí 38 ára gamla rýmda fanganum.

 

 

 

- Hann var í Føroyum partvíst fyri at vera tættari at familjulimum, og partvíst sum eina roynd at vita, um maðurin kundi sitið seinasta partin av dóminum í Føroyum, skrivar miðladeildin hjá Kriminalforsorgini.

 

 

 

 

Maðurin megnaði tó at rýma, og tað hevur fingið Kriminalforsorgina at eftirkanna, um reglur og mannagongdir á økinum eru nøktandi.