Rýmdi frá ferðsluóhappi – á trimum hjólum

Ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra við kenning

Mitt í nátt varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Skipanesi. Óhappið hendi á stóra víkiplássinum á Skipaneskrossinum, har ein bilur rendi á. Í óhappinum reyk eitt av hjólunum av bilinum og lutir av bilinum lógu á landsvegnum.

Men tað fekk ikki bilføraran at steðga á, tí hann helt leiðina fram – á trimum hjólum, har neistarokið stóð frá.

Men hann kom ikki langt, tí løgreglan steðgaði honum ímillum Skipaneskrossin og Gøtueiði, og bilførarin er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.