1. Hevur tú altíð vilja starvast innan ferðavinnu?
Nei, tað havi eg ikki. Tað var eitt sindur av tilvild. Eg fekk avloysara starv á Smyril Line, tá ið eg var liðugur í Hoydølum í 1997. So endaði eg í Løgtinginum í 1998, men arbeiddi sum summarferiu avloysari hjá Smyril Line tá ið Løgtingið fór í summarfrí. Tá ið eg so í 2001 flutti til Árhus at lesa, slapp eg at halda fram sum summarferiuavloysari á Smyril Line. Vit fluttu so heim eftir loknan lesnað í 2006 og fekk eg boðið starv á Smyril Line og havi síðan havt fast starv innan ferðavinnuna. Nú sum sølu og marknaðarleiðari á Atlantic Airways.
2. Hvat er tað besta við starvinum?
Eg havi frá fyrsta degi verið sera væl mótikin av fólkunum á Atlantic Airways – tað ger tað hugaligt at koma til arbeiðs. Tað besta við at arbeiða innan hesa vinnuna er, at arbeiðið er sera fjølbroytt og avbjóðandi. Harumframt kemur man í samband við nógv fólk – bæði føroyingar og útlendingar. Ferðavinnan og serliga flogvinnan er sera dynamisk og tað er við til at breiðka horisontin – so at man ikki fellur í vanahugsan – og fangar seg í at skvatla í lokala dunnuhylinum.
3. Hvat er tað ringasta við starvinum?
Tað eru ikki so nógv ring við einum starvi, sum man trívist við. Ferðing er ein neyðugur partur av starvinum og tann partin má man dáma so ella so; men tað er til tíðir keðiligt at vera nógv burtur frá familjuni.
4. Er tað strævi at pendla aftur og fram millum Havnina og flogvøllin?
Nei, tað er ikki strævið sum so – nú búgvi eg so norðaliga í Havn (Hoyvík) at tað tekur mær bert umleið 30 minuttir til arbeiðis og har er ongin ferðsla á vegnum. Men tá ið hávetur er, er tað ikki altíð líka stuttligt at koyra.
5. Hvør er munurin at arbeiða á Atlantsflog og Smyril Line?
Stórur munur er á at arbeiða á einum arbeiðsplássi, sum hevur eitt stórt skip, ið siglur fasta rutu ímillum lond. Har kann man siga at tingini eru relativt stabil. Men tað krevur nógv at fáa eitt so stórt skip til at ganga uppí eina hægri eind, og avbjóðingarnar at fylla skipið eru stórar. Eg vil siga at flogvinnan er annarleiðis dynamisk. Flogfør og flogvinnan broytist frá degi til dags – og munurin á, at tað er eitt skip í fastari rutu og flogfør, sum hava ymsar ferðaætlir og fleiri beinleiðis marknaðir;,og koma og fara fleiri ferðir um dagin. Bókingarskipanir og sambond skifta sera ofta. Eitt sum tó er tað sama er, at flest allir føroyingar hava eina meining um Smyril Line og Atlantic Airways – so tað hoyrir man nógv fyri, bæði positivt og negativt.
6. Hvat ger tú, tá tú skal slappa av?
Eftir ein langan arbeiðsdag fer tíðin sum oftast við náttverðanum og eitt sindur av tíð við børnunum. So er sjónvarp og teldan á skránni. Tað er sum so avslappandi. Eisini sparki eg innandura og renni fyri at kobla av – um man kann siga at tað er at slappa av. Harumframt dámar mær væl at hyggja at fótbólti og hondbólti – bæði í sjónvarpi og live.
7. Hvat er títt yndis ferðamál?
Nú meðan børnini eru smá er tað helst Lalandia ella Danland. Vit vóru ein sera góðan túr á Malta saman við einum vinarparið í summar. Tað var frálíkt. Annars vænti og vóni eg at sleppa nakrar stórbýarferiur saman við konuni komandi árini til eitt nú Milano, Paris ella ein eystureuropeiskan stórbý.
8. Ferðast tú í egnum landi?
Eg royni. Vit hava seinastu árini verið túrar við Gjógv, á Tvøroyri og aðrastaðni sum familja. Vinirnir plaga at vera ein túr um árið. Vit hava millum annað verið í Saksun, Mikladali og Húsavík. Serliga Húsavík er fantastiskt.
9. Hvat er títt frítíðar ítriv?
Nú er tað innandurafótbóltur og renning, fyrr var tað serliga hondbóltur.Eg havi tó ikki spælt hondbólt síðan eg flutti til Danmarkar í 2001. Eg sakni hondbóltin av og á.
10. Um tú fekst eitt ynski uppfylt til frama fyri føroyska ferðavinnu, hvat skuldi tað so verið?
Í stuttum: At tað gekk upp fyri almennu myndugleikunum at methøg avgjøld á ferðir og ferðavinnuvirksemi forða ferðavinnuni í at vaksa og geva meira avkast av sær.
11. Sær tú teg sjálvan í vinnuni um 20 ár?
Tað veit eg ikki. Um 20 ár eri eg 53 ár. Eg trívist væl við at arbeiða innan ferðavinnu, men fyri at vera heilt erligur so vænti eg ikki, at eg arbeiði innan ferðavinnu um 20 ár. Geri eg tað, so má tað verða tí at eg tá trívist líka væl innan yrkið, sum eg geri nú. Eitt vóni eg at sleppa, áðrenn eg verið alt ov gamal, og tað er at undirvísa. Men um eg geri tað um 20 ár veit eg ikki – kanska um 25 ár.
12. Tú hevði eina lovandi framtíð í politikki, hví gavst tú?
Eg havi altíð vilja havt eina langa útbúgving og havi altíð vilja búð uttanlands eina tíð. Eg var bangin fyri, at fór eg ikki avstað, so hevði eg verið hangandi í politikki. Eg var eisini sera bangin fyri ikki at vera. Eg vildi ikki enda sum livibreyðs politikkari. Fyri at vera heilt erligur, so haldi eg, at allir føroyskir politikarir høvdu havt gott av at sloppið sær úr Løgtinginum eina løtu og merkt, hvussu samfelagið hongur saman. Vit hava í Føroyum í dag ov nógvar politikarar, sum hava sitið í Løgtinginum alt ov leingi. Summir í 12 ár ella meira. Tá høvdu teir havt gott av at komi út í samfelagið og arbeitt vanligt arbeiði, men tað vilja nógvir føroyskir politikarir ikki – í Føroyum halda teir fast so leingi sum teir kunnu.
13. Síggja vit teg í politikki aftur um nøkur ár?
Kanska, men eg havi ongar ætlanir um slíkt komandi mongu árini.