Sambandsflokkurin er tann flokkur, sum hevur givið týðiligast til kennar, hvar hann stendur í málinum um landsstýrismannin í kirkjumálum, og um hesin skal vera limur í fólkakirkjuni.
Tað stendur greitt, at sambært Stýrisskipanarlógini kann eingin krevja, at nakar er limur í fólkakirkjuni. Eisini einum landsstýrismanni í kirkjumálum stendur frítt at velja, um viðkomandi vil vera limur ella ikki.
- Men tað er heldur ikki tann vegin, vit hugsa okkum at loysa tann spurningin. Tað er í tillutanini av málsøkjum og landsstýrismanni til málsøkini, at vit kunnu finna eina loysn soleiðis, at tað verður ein limur í fólkakirkjuni, ið fer at umsita kirkjumál, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Hann heldur, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at seta fram eitt slíkt krav.
- Men tað skal eingin misskiljing verða við tí. Eg havi einki at seta fingurin á viðvíkjandi arbeiðinum hjá verandi landsstýrismanni í kirkjumálum. Hetta snýr seg als ikki um persónar, men um starvið, sigur Kaj Leo Johannesen.
Seta krøv til løgmann
Tá fólkakirkjan verður yvirtikin, fellur alt til løgmann, sum drotningin í dag tekur sær av í kirkjumálum. Og fyri løgmann eins og fyri øll onnur er galdandi, at eingin kann krevja hann at vera lim í fólkakirkjuni. Og júst hetta sær Kaj Leo fyri sær kann gerast ein trupulleiki, ikki sum er, men kanska einaferð í framtíðini.
- Sjálvandi skulu vit sum politikarar ansa eftir tá vit lóggeva, at vit ikki lóggeva ímóti eitt nú okkara ríkisgrundlóg ella okkara stýrisskipan. Men í hesum førinum er tað rímiligt, at um tað ikki stendur í lógartekstinum, at tað so verður sett í viðmerkingarnar til lógina, soleiðis at vit staðfesta hesa siðvenju frá fyrsta degi uppá sama máta, sum vit í viðmerkingum til lógina vísa á tann søguliga týdning, ið drotningin hevur havt innan føroysku fólkakirkjuna. Vit ynskja, at hon er tilstaðar, tá størri hendingar fara fram innan framtíðar fólkakirkju í Føroyum, sigur Kaj Leo johannesen.
- Fáa vit ein løgmann, ið ikki er limur í fólkakirkjuni, eiga skyldurnar viðvíkjandi kirkjuni latast víðari til varaløgmann. Er hann heldur ikki limur í fólkakirkjuni mugu vit fara víðari í skipanini til avvarandi landsstýrismann, tí eg meti avgjørt tað er rímiligt, at ein landsstýrismaður í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.