Tað eigur eingin ivi at vera um, at Sjósavnið skal hava somu fíggjarsømdir í 2012, sum savnið hevur fingið í inniverandi árið. Alt annað er órímiligt.
Tað skrivar Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í lesarabrævi.
Mótstøðan hevur verið hør móti ætlanini hjá Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at skerja játtanina til Sjósavnið við 100 túsund krónum, úr 300 túsund krónum niður í 200 túsund krónum. Fleiri býráðspolitikkarar í Havn hava mótmælt harðliga, og nú tekur tingmaðurin Bjarni Djurholm, og partamaður Jákup Mikkelsen, eisini blaðið frá munninum.
Bjarni Djurholm heldur, at sparingin sýnist at verða framd av handahógvi, har landsstýrismaðurin yvir ein kamb hevur skorið av ymsum rakstrarkontum.
- Samanborið við týdningin hetta savnið hevur fingið fyri ung sum eldri í arbeiðinum at fremja áhuga fyri og vitan um fiskasløg og lívið á landgrunninum, so er niðurskurðurin ikki serliga væl umhugsaður. Sammett við raksturin á fíggjarlógini, so er heldur einki til hindurs fyri at finna upphæddina innan fyri játtanarkarmarnar, skrivar Bjarni Djurholm.