Rúna á Heygum fer at framføra saman við Herluf Lützen Í kvøld fer ein tann mætasta sangkvinnan í Føroyum, Rúna á Heygum at framføra saman við tí fantastiska guittarspælaranum, Herluf Lützen á PUB Manhattan í Sverrisgøtu í Havn.
Rúna á Heygum hevur í mong ár verið eitt ikon á tí føroyska tónleikapallinum, hon hevur sungið á ótalligum konsertum sum solistur, og hevur hon eisini sungið í kóri.
Herluf Lützen er ein framúr góður guittarspælari. Herluf kann fáa guittarin til at ljóða sum er tað ein heilur tónleikarabólkur sum er á pallinum. Rúna og Herluf eru von við at framføra saman og teirra samanspæl er ein uppliving í sær sjálvum.
Ókeypis atgongd er til tiltakið.