Rúna Sivertsen 50 ár

Í dag, týsdagin 11. oktober, verður Rúna Sivertsen 50 ár.

Hon er ættað úr Klaksvík, býr nú í Streymnesi og hevur seinasta tíggju ára skeiðið verið aktiv á landspolitiska pallinum.
Foreldrini hjá Rúnu eru Hansa og Benjamin Joensen ella Benni, sum hann altíð hevur verið nevndur. Tey búgva í Klaksvík. Hansa er ættað úr Fuglafirði. Foreldrini hjá henni vóru Henrikka og Victor Danielsen, sum bæði vóru úr Søldarfirði. Benni er úr Gerðum. Foreldrini hjá honum vóru Malvina og Jacob Joensen. Hon var úr Árnafirði, og Jacob á Geilini ella Sterki Jakku, sum hann ofta varð nevndur, var bóndi í Gerðum.
Hansa og Benni eiga fýra børn - Rúna, Gudny, Victoria og Jákup. Rúna býr í Streymnesi, Gudny og Jákup búgva í Klaksvík, og Victoria býr á Viðareiði.
Eftir skúlagongdina hevði Rúna ymisk fyrifallandi arbeiði. Frá 1977 og fýra ár fram høvdu hon og maðurin hvítvøruhandil í Klaksvík. Eitt skifti var Rúna heimagangandi húsmóðir, og fyrra partin av níti árunum arbeiddi hon innan eldra økið.
Í 2002 fór Rúna at fáast við journalistikk. Millum annað hevur hon skrivað fyri Sosialin. Eitt nú hevur hon í samrøðum lýst gerandisdagin, soleiðis sum hann hevur verið og er hjá vanliga føroyinginum, og hon hevur dugað væl - bæði í orðum og myndum - at lofta serligu løtunum, tá ið skip koma og fara, og fiskimannafamiljur siga farvæl og hittast aftur. Rúna hevur eisini gjørt samrøður á Rás 2, har tað serliga hava verið lívssøgur og lagnur, sum hava verið í fokus.
Tíðliga í hesum árinum fór Rúna undir journalistútbúgving. Hon lesur fjarlestur á NKS, ið er norskt útbúgvingarstað, sum er knýtt at Høgskolen í Oslo.
Fyrsta politiska ábyrgdarsessin fekk Rúna í 1988, tá ið hon varð vald í skúlanevndina í Klaksvík. Hon sat í nevndini í tólv ár. Í 1990 varð hon vald í nevndina fyri Norðoya Fólkafloksfelag, har hon í fýra ár var kassameistari. Í 1995 varð hon vald í stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og hon sat í tí sessinum, inntil hon fór í Løgtingið. Eftir løgtingsvalið í 2002 varð Rúna vald í ráðið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og har er hon formaður. Í apríl 2003 varð Rúna vald til formann í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Á løgtingsvalinum 7. juli 1994 fekk Rúna næstflestar atkvøður á fólkaflokslistanum í Norðoyggjum. Hon var fyrstu ferð í tinginum í oktober 1995, og tá ið Anfinn Kallsberg á sumri í 1996 gjørdist landsstýrismaður, tók Rúna sæti í tinginum, og har var hon fram til valið 30. apríl 2002.
Rúna, sum er so viljasterk, at hon næstan kann fara gjøgnum heilt, tá ið hon stríðist fyri søk, ið hon heldur vera rætta, umboðaði Fólkaflokkin í trivnaðarnevndini og rættarnevndini, og hon var framsøgufólk hjá Fólkaflokkinum í trivnaðarmálum og flestu rættarmálunum. Rúna nýtti hvørt høvi í tinginum at minna á krøv og ynskir, sum høvdu við Norðoya valdømi at gera. Hon telist millum tey mest sjálvstýrissinnaðu í Fólkaflokkinum. Í etiskum, moralskum og sosialum spurningum er hon konservativ. Tey seinnu árini hevur hon saman við kvinnum úr mest sum øllum øðrum politiskum flokkum arbeitt tiltøkum at frama, sum kunnu vera við til at økja kvinnuumboðanina í Løgtinginum og politiska lívinum yvirhøvur. Hetta síðsta hevur ikki verið so væl dámt av meiri konservativum pørtum av flokkinum.
Sum ung sang Rúna í kóri, og 1988-1993 hevði hon barnakór í Betesda í Klaksvík.
28. desember 1976 giftist Rúna Birgiri Sivertsen úr Klaksvík. Rúna og Birgir eiga fimm børn - Hansa, Sylvia, Randi, Bogi og Birgit. Hansa býr í Norðragøtu, Sylvia í Keypmannahavn, Randi í Klaksvík, og Bogi og Birgit búgva í Streymnesi. Rúna eigur seks ommubørn.
Føðingardagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansheimi, har øll eru væl komin frá klokkan 18 í kvøld.