Eitt egyptiskt innanríkisflogfar úr Alexandria til Kairo er í morgun rænt. Tað upplýsir ein talsmaður fyri EgyptAir, sum eigur flogfarið.
Sambært Reuters hevur ein persónur rænt flogfarið. Tað er nú lent á Larnaca floghavnini á Kypros, sum flogrænarin eftir øllum at døma hevur kravt.
Ivi hevur verið um talið av ferðafólkum umborð á flogfarinum, men EgyptAir sigur á Twitter, at talan er um 81 fólk.
Sambært AP tíðindastovuni eru tey bangin fyri, at ein bumba er umborð á flogfarinum, og kypriotiska útvarpið veit at siga, at flogrænarin verður hildin at vera vápnaður, og tað verður sagt, at hann hevur fleiri bumbur spentar um seg í sjálvsmorðsbumbubelti. Men tað er enn ikki váttað.
Hildið verður, at flogrænarin hevur at treingja seg inn í stýrhúsið á flogfarinum, har hann hótti flogskiparan. Løgreglan er sambært Reuters biðin um at flyta seg burtur frá flogfarinum.