Russiska farmaskipið "Kodina", sum er skrásett á Malta, sigldi á ein flúr tætt við strondina í Cornwall leygardagin. Sekstan mans vóru við skipinum, og tað eydnaðist bretskum tyrlum at bjarga allari manningini.
Skipið var fermt við viði, og sunnudagin rak nógvur viður upp á land á leiðini, har sum skipið stendur. Bretska løgreglan sigur, at sjáldsama nógvir rekamenn vóru at síggja í Cornwall sunnudagin. Summi komu við smáum lastbilum, sum tey fyltu við viði, og onnur tóku tað, sum tey fingu inn í teir vanligu persónbilarnar.
Løgreglan sigur, at í veruleikanum var hetta ein gamal siður, sum brádliga varð tikin uppaftur, tí tað at leita eftir reka er gamalt í Cornwall. Tað er kent, at fólkið her á leiðini plagdi at villleiða skip fyri at fáa tey at sigla á land, so tey kundu fáa hendur á farminum.
Í dag sigur lógin, at fólk skulu varskógva myndugleikarnar, finna tey okkurt í fjøruni.
Bretsku myndugleikarnir stúra tó meiri fyri oljuni, sum er í tangunum á russiska skipinum, og sum kann elva til stóra dálking. Hildið verður, at skipið hevði okkurt um 500 tons av olju, tá tað fór á flúrin, men í gjár var einki, sum bendi á, at hol var komið á skipið.