Rúni Nolsøe ivast í síni framtíð í AB

- Serliga eftir summarsteðgin hava vit spælt støðugt, og royndirnar hjá spælarunum á liðnum komu væl við í teimum avgerandi dystunum, sigur Rúni Nolsøe, spælandi venjari hjá AB, sum ivast í, um hann skal halda fram í felagnu


Argja Bóltfelag fer næsta ár at spæla í fremstu mansdeildini í fótbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð. Felagið hevur í nógv ár stremba eftir at vinna fram millum landsins fremstu feløg, og tað er nú eydnast.
Hetta er aðru ferð, at høvuðsstaðurin hevur trý lið í fremstu deildini. Í 1977 spældu HB, B36 og Fram við í 1. deild, men tað gjørdist bert til eina árið, tí Fram flutti niður aftur beinanvegin.
Nú verður stóra takið hjá teimum, sum varða av AB, at fyrireika liðið væl til kappingina í Formuladeildini og at fáa liðið at støðast har.
 
FSV argaði eina løtu
Týskvøldið spældi AB á heimavølli ímóti FSV2004, og tann tryggi 4-1 sigurin hevði við sær, at uppflytingin til bestu deildina var veruleiki.
AB-liðið tóktist at byrja við eitt sindur nerva av týdninginum, sum dysturin hevði, men heimaliðið var tó við yvirlutan í fyrra hálvleiki, og tað eydnaðist eisini at gera mál. Jón Nielsen kom at standa væl fyri eftir hornasparksstøðu, og so sendi hann bóltin í málið til 1-0 til AB.
FSV2004 byrjaði seinna hálvleik betur enn heimaliðið, og gestirnir úr Vágum javnaðu AB-leiðsluna, men heimaliðið kom fyri seg aftur, og aftur var tað Jón Nielsen, sum lá fram við. Hann skoraði til bæði 2-1 og 3-1, áðrenn AB-toppskjúttin, Allan Mørkøre, staðfesti sigurin við máli til 4-1.
Eftir dystin var stórur fagnaður á Argjum, og argjafólk vóru komin úr øllum ættum at fylgja søguliga dystinum.
 
Rúni ivast
Tveir av stuðulsspælarunum hjá AB í hesum kappingarárinum hava verið Allan Mørkøre og Rúni Nolsøe, sum eisini hevur verið venjari hjá liðnum. Teir báðir hava spælt í fremstu deild í Føroyum í nógv ár, men í ár hava teir spælt fyri AB í næstfremstu deildini, og tað hevur verið ein týðandi orsøk til, at uppflytingin gjørdist veruleiki.
Heldur tú fram í AB?
- Eg havi bíðað við avgerðini, men nú má eg umhugsa, um eg skal halda fram í AB. Eg dugi ikki at siga tað í løtuni, alt er opið, sigur Rúni Nolsøe.
Hann heldur, at AB hevur spælt so støðugt, sum ein uppflytari má gera.
- Serliga eftir summarsteðgin hava vit spælt støðugt, og royndirnar hjá spælarunum á liðnum komu væl við í teimum avgerandi dystunum. Nú kennist tað sera gott, at tað eydnaðist at vinna uppflytingina. Vit hava trúð upp á tað alla tíðina, men tað kennist alíkavæl sum ein lætti, nú vit eru komnir í Formuladeildina, sigur Rúni Nolsøe.