Rúni og Tromsø vunnu fyrsta finaludystin

Føroyski flogbóltsútisetin í Noreg, Rúni Weihe, vann saman við liðfeløgunum sínum í BK Tromsø fyrra finaludystin um norska meistaraheitið leygardagin.

Flogbóltsútiseti

Ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið væl hjá Rúna Weihe í norskum flogbólti. Síðani Rúni flutti til Tromsø í norður-Noregi, hevur hann spælt við lokala felagnum BK Tromsø, og í fjør gjørdu teir ikki mætari enn at vinna norsku greipuna. Nú nærkast endin á hesum kappingarárinum, og Tromsø er í finaluni um meistaraheitið.

Kunnu tryggja meistaraheitið leygardagin
BK Tromsø fekk akkurát bjargað sær sess í finaluni, har mótstøðuliðið er Nyborg, sum vann grunnspælið.
Leygardagin var so fyrsta finalan á skránni, og hon var leikt á heimavøllinum hjá Rúna og liðfeløgunum í Tromsøhallen. Tromsø fekk eina heldur trilvandi byrjan upp á dystin, og teir taptu eisini fyrsta settið 20-25.
Men so kom heimaliðið fyri seg, og í veruleikanum var eingin ivi um, hvagar sigurin fór, tá ið Tromsø kom í gongd. Teir vunnu trý tey næstu settini trygt 25-18, 25-17 og 25-19. Harvið hevur Tromsø tikið eitt stórt stig móti at endurvinna norska meistaraheitið, og komandi leygardagin kunnu teir tryggja sær meistaraheitið, tá ið tær skulu spæla móti Nyborg á útivølli í Bergen, har liðið er heimahoyrandi.