Rúni Samuelsen á brúnni

Ofta verður ført fram, at ungur maður, sum fer til skips, spillir sær tíðina burtur. Fert tú ikki beint í annan skúla, tá tú ert liðugur við 10. flokk, er lítil vón fyri stavn í hesum tíðum, nú samfelagið setir so stór krøv til alt og øll.

Men hetta er slett ikki rætt – ella hetta nýtist ikki at vera rætt.

Tað eru nógvir ungir menn, sum í staðin fyri at fara beint í annan skúla, fyrst valdu at fara í “lívsins skúla”, sum skipsdekkið ofta verður rópt.

Rúni Samuelsen valdi fyrst at fara í lívsins skúla, áðrenn hann fór á skiparaskúla. Longu sum 22 ára gamal førdi hann fyrstu ferð skip. Nú ísfiskatrolarin Rókur hjá Faroe Seafood herfyri kom til landið, stóð Rúni á brúnni.

Í vikuskiftinum kemur seinna skipið, sum felagið hevur keypt, eisini til landið. Hetta er Lerkur – og aftur hesaferð stendur Rúni Samuelsen á brúnni.

Pápi Rúna, Ólavur Samuelsen, hevur verið skipari við skipum hjá Beta, sum Faroe Seafood keypti, heilt síðan byrjanina hjá hesum felag.