Róðrarhagtøl á alnótini

Havnar Róðrarfelag hevur á heimasíðu síni gjørt ein hagtalsgrunn, har til ber at síggja øll róðrarúrslit heilt afturi frá 1973

Nú ber til hjá øllum róðraráhugaðum at fara og leita í gomlum úrslitum á alnótini. Nakrir ungir mans innan Havnar Róðrarfelag hava nevnliga í eina tíð arbeitt miðvíst við at savna øll róðrarúrslit heilt afturi frá 1973 og fram til í dag i ein sonevndan hagtalsgrunn.

Hvør eigur metini
Eitt tað mest áhugaverda við nýggja hagtalsgrunninum hjá Havnar Róðrarfelag á heimasíðu felagsins, www.drekin.fo, er, at nú ber til at samanmeta tíðir, og eisini kann staðfestast, hvør eigur tey ymisku metini.
Grunnurin er soleiðis býttur upp, at til ber at síggja, hvør hevur bestu tíðirnar á teimum ymisku róðrarplássunum innan tær ymisku bátastøddirnar. Til dømis kann staðfestast, at tað framvegis er Skálabáturin, ið eigur metið hjá 10-mannaførum á Ólavsøku, sum teir settu í 1992, og at Havnarbáturin eigur næstbestu tíðina, sum teir fingu í 2001.
Umframt at samanbera tíðir, er eisini gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógv tey einstøku róðrarfeløgini hava vunnið av heiðursmerkjum hesi gott og væl tríati árini, sum eru skrásett í hagtalsgrunninum. Ikki óvæntað er Havnar Róðrarfelag nógv mest vinnandi felagið við 251 gullheiðursmerkjum, meðan nummar tvey er Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag við 84 gullheiðursmerkjum.
Sum nakað heilt forkunnugt hava stigtakararnir til hagtalsgrunnin eisini gjørt eitt yvirlit, har tað ber til at síggja, hvussu nógva tíð teir einstøku bátarnir hava brúkt upp á teir seks róðrarnar higartil í ár. Her kann til dømis staðfestast, at hóast gentumanningin á Sílinum hevur fýra stig fleiri enn manningin á Bliki undan ólavsøkuróðrinum, so hevur Blikamanningin róð teir seks róðrarnar samanlagt eitt hálvt sekund skjótari enn tær umborð á Sílinum.
Stigtakararnir til hagtalsgrunnin vóna og vænta, at nógv róðraráhugaði fólk fara at fáa stóra gleði av hagtølunum, sum altso eru at finna á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, www.drekin.fo.