Rørdur borgarstjóri

Jógvan Krosslá hevði ilt við at goyma tárini, tá tað var ein staðfesting, at steypið hjá kvinnunum loksins skuldi eina ferð til Vágs

Steypavinnarar

Tað er einki at ivast í, at tað var ein bæði fegin og rørdu borgarstjóri í Vági, sum hugdi at, tá VB fekk handað heiðursmerkini.
Standandi mest sum fyri seg sjálvan mitt á vøllinum, hevði hann ilt við at krógva gleðina, og neyvan mundi hann sansa øllum teimum, sum tóku í hondina, og ynskstu tillukku.

Eigur sín part
Nú er Jógvan ikki bara borgarstjóri í Vági. Hann eigur so sanniliga eisini sín lut í VB liðnum, har hann hevur bæøði døtrar og abbadóttur, og mín sann um langabbasonurin ikki eisini var við á pallinum, tá steypið varð handað.
Mitt í øllum hurlivasanum royndi vit at fáa at vita, hvussu løtan kendist, men tað var ikki bara sum at siga tað, nú orð skuldu setast á.
- Eg veit ikki. Eg havi ilt við at siga, hvussu eg kenni tað, men tað skal eingin ivi vera um, at eg eri bæði fegin og errin.
Um sjálvan dystin helt Jógvan annars, at tann seinasta løtan var sera tung hjá sær at koma ígjøgnum.
- Tað var ræðuligt. Eg ivaðist ikki í, at fóru vit fyrst afturum, so var alt liðugt, men tað gekk tíbetur. Fyrst og fremst tí verjan alla tíðina riggaði sera væl, og so fingu tær eisini eina fantastiska byrjan. Tað var nokk fyrst og fremst tað, sum gjørdi, at sigurin kom heim.
Tá steyp soleiðis verða vunnin, er vanligt, at okkurt verður fyriskipað. Sum borgarstjóri mundi Jógvan Krosslá eisini hava eitt orð at siga her, og tó at alt var so feskt, so ivaðist hann ikki í, at okkurt fór at verða.
- Tað rokni eg bara við. Okkurt tiltakið skal nokk fyriskipast, soleðis at vit fáa heiðrað teimum, segði borgarstjórin at enda, áðrenn eyguni aftur vórðu fest móti pallinum, har steypahandanin fór fram.