Rós har rós er uppiborið - um Atlantic Airways

Richard Schwartson


Qui dedit beneficium taceat; narret qui accepit. (~ Tann, sum ger eina tænastu, skal ikki breggja sær av henni; tann, sum tekur ímóti eini tænastu, sig øðrum frá hesum)
Seneca, rómverskur heimsspekingur og høvundur (5 f.Kr-65 e. Kr.)

Eftir ætlan skuldi undirritaði komið til Føroyar við rutuflogfarinum hjá Atlantic Airways seinnapartin leygardagin 16. juli, men orsaka av mjørka í Vágum eydnaðist okkum ikki at lenda fyrr enn um middagsleitið mánadagin 18. juli.
Flogfarið henda túrin varð fullsett við ferðafólki, harav fleiri familjur við børnum, umframt onkur, sum var likamliga illa fyri.

Orsaka av at flogfarið úr Føroyum varð heldur seinkað úr Føroyum til Danmarkar, fingu vit eina upphædd frá Atlantic Airways at keypa okkum okkurt at eta, meðan vit bíðaðu í Kastrup. Flogið varð úr Keypmannahavn leygarkvøldið um 9-tíðina. Tað var ikki lendandi í Vágum vegna mjørka, og eftir at hava flogið yvir Føroyum í okkurt um ein hálvan tíma, gjørdi flogskiparin av at seta kósina móti Stavanger.

Vit lendu í Stavanger seint leygarkvøldið. Bussar stóðu til reiðar og bíðaðu eftir okkum á Sola flogvøllinum, og vit fingu øll innivist á sama hotelli í Stavanger. Morgunin eftir var aftur farið á flog til Føroyar, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist at lenda, orsaka av mjørka, og eftir at hava flogið yvir Føroyum í ein tíma ella so, varð kósin sett móti Íslandi. Vit lendu á Egilsstøðum, har vit bíðaðu í fráfaringarhøllini á flogvøllinum í nakrar tímar. Vit fingu mat og drekka frá Atlantic Airways. Seinnapartin sunnudagin varð so aftur farið á flog móti Føroyum, men framvegis varð tjúkt í mjørka í Vágum, og eftir at hava flogið yvir Føroyum í meir enn ein tíma, varð kósin hesuferð sett móti Bergen í Noregi, har við lendu um 10-tíðina sunnukvøldið. Aftur stóðu bussar fyri okkum og fluttu okkum á hotellið, har vit skuldu gista. Hóast farið var um midnátt, varð borðreitt vit heitum mati á hotellinum.

Hjá onkrum byrjaði tað at kennast heldur møtimikið, tá kósin enn einaferð varð sett móti Føroyum, men um middagsleitið mánadagin settist flogfarið á flogvøllin í Vágum, og drúgva ferð okkara til Føroyar loksins komin at enda.

Mín niðurstøða sum ferðandi er henda:

Flogskipari og manning umborð á Atlantic Airways flogfarinum á rutuni RC455 leygardagin 16. juli gjørdu alt tað tey kundu, at gera okkum ferðina so lagaliga sum tað nú bar til, tá hugsað verður um torføru umstøðurnar. Manningin veitti okkum fullgóða tænastu alla tíðina, og Atlantic Airways skipaði fyri innivist og mati bæði í Noregi og í Íslandi.
Nógv var at taka støðu til hjá flogskiparum og flogternum. Eg tori at siga, at tú hevði valla fingið betri tænastu frá nøkrum øðrum flogfelagi, og eg eri ikki nakar ársungi, tá tað kemur til at flúgva upp á Føroyar ella uttanlands.

Atlantic Airways megnaði tørføru uppgávuna fyrimyndarliga: við sera stuttum skotbrái at útvega innivist og mat til umleið 90 ferðandi tveir fylgjandi dagar í tveimum londum, og samstundis veita tænastu umborð, meðan flogið var aftur og fram í loftrúminum yvir norðuratlantshavi.
Atlantic Airways hevur rós uppiborið, og tað skulu tey við hesum fáa.