Rás2 beinleiðis úr Tingi og Grand Prixi

Rás2 sendir beinleiðis úr tinginum frá klokkan fýra í dag við práti og viðmerkingum í samband við tíðindafundin um nýggja samgonguskjalið. Seinni verður prát við The Dreams Frá klokkan fýra er Rás2 í luftini við tí nýggjasta úr tinginum, har nýggja samgongan hjá Javnaðarflokkinum, Tjóveldi og Miðflokkinum hevur kallað inn til tíðindafund klokkan fimm.

 

Rás2 fer eisini at viðgera føroysku luttøkuna í danska Melodi grandprixnum við beinleiðis samrøðum við The Dreams og Chief One.

Tað er Eyðun Klakkstein, sum úr studio Pegasus í Klaksvík tosar við føroysku stjørnurnar í Danmark