TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr seinasta minuttin av dystinum í hvonndeildini millum Kyndil og VB, sum Kyndil vann 34-28. Í steðginum var javnleikur 13-13. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Báru K. Mortensen (VB), sum skoraði tvey mál í dystinum.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Annu A. Brimnes (Kyndil), sum skoraði 11 mál, og gjørdist toppskjútti í dystinum. Mathilde M. Pedersen gjørdist toppskjútti hjá VB við níggju málum.
Bára K. Mortensen er nøgd við fyrra hálvleik, men ásannar, at tað sum VB legði fyri dagin í seinna hálvleiki var ikki nóg gott.
Anna K. Brimnes fegnast um, at bæði álopsparturin og verjuparturin fekst at rigga væl í seinna hálvleiki.
Á Skála vunnu neistakvinnur 26-24 á StÍF.
Støðan frá hsf.fo:
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 13 | 367 | 270 | 97 | 22 |
VÍF | 11 | 337 | 243 | 94 | 21 |
VB | 14 | 383 | 310 | 73 | 20 |
NEISTIN | 14 | 325 | 336 | -11 | 13 |
STJØRNAN | 13 | 289 | 325 | -36 | 8 |
H71 | 13 | 278 | 323 | -45 | 7 |
STÍF | 14 | 212 | 384 | -172 | 1 |