Rás2: Hoyr málið hjá B36 og Róald Jakobsen

(Rás2) Róaldur Jakobsen er vónbrotin av, at B36 forkom enn einum møguleika at melda seg inn í FM-stríðið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Høgni Eysturoy skoraði til 1-2 fyri B36, tá B36 tapti 1-3 ímóti KÍ á heimavølli í dag. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. 


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við miðvallaran hjá B36, Róaldur Jakobsen aftaná Róaldur og liðfelagarnir høvdu tapt 1-3 ímóti KÍ.

 

Róaldur Jakobsen er vónbrotin av, at B36 enn einaferð forkom einum møguleika at melda seg inn í FM-stríðið. Nú bíðar ein hørð grannauppgerð ímóti HB, har B36 skal royna at verða omaná og tryggja sær eitt heiðursmerkið, sum hevði ikki verið uttan týdning fyri Róald Jakobsen og liðfelagarnar.