Atlantsflog fer sunnudagin undir rutuflúgvingina til Barcelona, og Rás2 verður við fyrsta flogfarinum til spanska stórbýin.
Í komandi viku fara fólk frá Rás2 so at framleiða og senda radio úr Barcelona. Sent verður týsdagin og mikudagin kl. 9-12 og 15-17 og hósdagin kl. 9-12.
Í sendingunum verður leitað út í Barcelona bý. Sent verður av Rambluni – stóru og kendu handilsgøtuni – av strondini og úr býnum annars. Tosað verður við spaniólar, við føroyingar í Spania, og Rás2-fólkini fara eisini at gera reportasjur av matstovu, av Camp Nou fótbóltsleikvøllinum og av strondini.
Rás2 fólkini í Barcelona verða Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun Klakstein og Hjalmar Hvítklett.