Rás2 sendir frá Sjómannadegnum

Í sambandi við Sjó­manna­dag­in, sum verður í Klaks­vík um vik­u­s­kift­ið, fer Rás2 at senda úr Klaksvík. Byrj­að verður at senda klok­k­an 10:00. Sent verður frá set­an­ini, tá Gun­vá við Keldu, borg­ar­stjóri, bjóð­ar væl­kom­in og Jac­ob Vest­er­gaard, fisk­i­mál­a­ráð­harri, set­ur Føroya Sjómannadag.

Eisini verður sagt frá teim­um nógvu kapp­ing­u­num, sum eru á Sjó­mann­a­deg­num, eitt nú togtogan, renn­i­kapp­ing, kasta lodd og so fram­v­egis.
Tað verða teir báðir kendu reportararnir hjá Rás2, Vilmund Jacobsen og Trónd­ur Arge, sum fara at greiða frá.