Rás2 ger nógv burturúr nú Føroyar spæla tann mest týðandi landsdystin í langa tíð.
Føroyar møta Andorra á Tórsvølli í einum HM-undankappingardysti, sum byrjar klokkan 17. Um tað eydnast føroyska landsliðnum at vinna dystin seta vit nýtt stigamet við átta stigum.
Tróndur Arge fer at siga frá landsdystinum á Rás2. Rás2 byrjar longu at senda klokkan 14. Millum klokkan 14 og 15 verður sendingin SportBoxin, og frá klokkan 15 verður sent beinleiðis av Tórsvølli, har Petur Asbjørn Lervig er staddur.
Aftaná dystin verður sendingin "Triði Hálvleikur".
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá landsdystinum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma eisini út á in.fo.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.