Rás2 sigur frá KÍ-NSÍ sunnudagin

Dysturin byrjar klokkan 15, og sendingin byrjar klokkan 14.30

Sunnudagin klokkan 15 - ella norðoyastevnudag, sum dagurin verður nevndur í Klaksvík - spæla KÌ og NSÍ oddadyst í effodeildini. Vinnur KÍ verða teir oddalið við 29 stigum, og vinnur NSÍ verður NSÍ nummar tvey við 27 stigum, bert eitt stig aftanfyri Víking, so stórur spenningur er um dystin.

 

Fótbóltsfepurin í Klaksvík er stórur, og hevur neyvan verið so stórur í hesari øldini. Jógvan Skorheim borgarstjóri væntar áskoðaramet til dystin við Djúpumýru.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum á Rás2. Byrjað verður við upptakt klokkan 14.30, har spennandi upptaktssamrøða við framherjarnar hjá báðum liðunum, Páll Klettskarð hjá KÍ og Klæmint A. Olsen verður at hoyra. Tróndur Arge hevur gjørt samrøðuna. Í sendingini verður eisini kunnað frá oddadystinum millum FC Suðuroy og EB/Streym, sum verður spældur suðuri í Vági. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Til ber eisini at fylgja dystinum á in.fo. Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.