Í dag verður nógvur fótbóltur á Rás2, har sent verður frá klokkan 15.30 til 22.30.
Klokkan 15.30 verður hitað upp til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Danmark á Tòrsvølli, sum byrjar klokkan 16. Petur Asbjørn Lervig fer at siga frá dystinum á Rás2, og André Olsen verður viðmerkjari.
Tá samrøður eru gjørdar við umboð fyri U21-landsliðið verður hitað upp til HM-undankappingardystin millum Portugal og Føroyar, sum byrjar klokkan 19.45. Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2.
Tá dysturin ímóti Portugal er liðugur verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni.
In.fo fer at hava tekstfrásøgn frá báðum landsdystunum hjá føroysku landsliðunum.
Øll kunnu hoyra Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.