Fimm dystir verða leiktir í effodeildini í dag. Rás2 fer at siga frá tveimum, og fylgja einum øðrum dysti við manni á staðnum.
Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum B36 og ÍF, sum byrjar á ovara vølli í Gundadali í Havn klokkan 15, og hann fer eisini at siga frá dystinum millum AB og B68 úti í Vika á Argjum, sum byrjar klokkan 17.15. André Olsen ítróttarskrivari verður staddur til dystin við Løkin í Runavík millum NSÍ og HB, har hann saman við einum viðmerkjara fer at kunna og taka samanum gongdina í dystinum. Í sendingini verður eisini kunnað um gongdina í dystunum KÍ-TB í Klaksvík og Víkingur-Skála í Norðragøtu.
Sendingin byrjar klokkan 14 við at fótbóltspanelið frá fríggjadegnum verður endursent. Øll kunnnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer at kunna frá øllum fimm dystunum í effodeildini. Seinni koma samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður út á in.fo.