Rás2: Soleiðis ljóðaði tað tá SÍb vann á Fleyr a

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá teir avgerandi bóltarnir fóru í gólvið, tá SÍb vann 3-2 á Fleyr a, og vann seg í hálvfinaluna

 

 

Lagt er upp til eitt sørvágs-derby í hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum í flogbólti.

 

Í kvøld vann SÍb úr næstbestu deildini seg víðari til hálvfinalurnar úr bólki 1. Í bólki 2 er sannlíkt, at SÍb endar á øðrum plássi, og verður ein rein SÍ-uppgerð á skránni í hálvfinalunum.

 

Roynda SÍb liðið vann í kvøld 3-2 á Fleyr a í Gundadalshøllini. Settmunurin var 17-25, 25-18, 25-18, 14-25 og 12-15.

 

Í annaðkvøld tekur Mjølnir ímóti TB, og vinnur Mjølnir bara 3-2 vinna teir seg í hálvfinalurnar, har ÍF verður mótstøðuliðið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum fimm avgerandi bóltunum í teim fimm settunum. Magnus Tausen var viðmerkjari. Magnus Tausen tók eisini samanum tá dysturin var liðugur.

 

SÍb: Aftast frá vinstru: Jón Falkvard, Jón Nielsen, Finn Hansen, Ingi Ole-Jacobsen, Eli Reynskor, Martin Mikkelsen og Emil Mikkelsen. Fremst frá vinstru: Jón Joensen, Ólavur Jensen, Jóhan Petur á Stongum, Sonni Zachariasen og Jørgen Niclasen.