TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", sum var seinnapartin á Rás2 í dag.
Í sendingini seinnapartin í dag vitjaði Petur Zachariassen Hotel Hafnia á Áarvegnum í Havn.
Petur vitjaði bæði sjálvt hotelið, og hann vitjaði eisini gamla húsið hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, sum er blivin ein sera væl umtókt matstova.
Sendingin "Spurin" er hvønn hósdag seinnapart millum klokkan 14 og 15.