Rósa Samuelsen: Eg lúgvi ikki

Rósa Samuelsen vísir aftur, at hon hevur logið!

Hon rættiliga er komin í andglettin eftir at hon hevur gjørt av at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og at flyta verkætlanina til Sandavágs Og í gjár varð hon skuldsett fyri at lúgva upp á felagið Sinnisbata, sum røkir áhugamálini hjá sinnisveikum.

Rósa Samuelsen segði, at hon hevði fingið eina tilráðing frá bygginevndini um, hvat hon skuldi hugsa um, nú hon ætlar at staðseta íbúðirnar av nýggjum, tí hon heldur at tað gongur so strilti at fáa byggiloyvi í Havn.

Eftir tí skal ein depil skipast sum í Vági og so er bara ein staðseting, sum kann koma upp á tal, og tað er Sandavágur, tí har eru sambýli frammanundan.

Sinnisbati sigur, at tað er loddrøtt lygn, at felagsskapurin hevur tosað um annað enn at byggja í Havn.

Men Rósa Samuelsen vil ikki hava sitandi á sær at hon lýgur.

- Eg havi aldrin sagt at Sinnisbati hevur viðmælt, at íbúðirnar verða bygdar í Sandavági, sigur hon við Rás2.

- Men eg havi fingið eina tilráðing um kringumstøður í samband við eina slíka íbúð, men í hesari tilráðing stendur onki um, at íbúðirnar ikki kunnu vera á bygd og tað stendur slett onki um, at tær skulu vera í Havn, sigur Rósa Samuelsen.