Landsstýrið umhugsar nú at umskipa Rúsdrekkasølu Landsins til eitt alment partafelag.
Hildið verður, at tað kunnu vera fyrimunir við at umskipa Rúsuna til eitt alment partafelag og tað er ein møguleiki, sum landsstýrið nú fer at kanna.
Rúsdrekkasølurnar í hinum norðurlondum við einkarsølu, eru almenn partafeløg og tað ger, at tær í ávísan mun kunnu virka undir vanligum handilsligum treytum.
Verður Rúsan skipað sum eitt alment partafelag, fer tað at loysa hana eitt sindur burtur frá beinleiðis politiskari stýring við tað, at stjórin kemur at vísa til nevndina og ikki til landsstýrismannin.
Og harumframt gevur tað henni so eisini fríari ræsir at virka á handilsligum grundarlagi.
Sleppa ikki ávirkan
Men Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, leggur dent á, at skuldi tað enda við at Rúsan verður eitt alment partafelag, kann endamálsorðingin í rúsdrekkalógini kann verða tann sama, sum er at innflyta og selja rúsdrekka.
- Men talan verður heldur ikki um at sleppa endamálinum um at tálma rúsdrekkanýtsluna.
- Vit skulu eisini hava í huga, at Rúsan er ein serlig fyritøka, har politikarir altíð vilja hava møguleikan fyri at seta nakrar treytir fyri virkseminum.
- Talan verður ikki um at einskilja Rúsuna, tí tað kemur ikki upp á tal. Og hóast hon verður skipað sum eitt alment partafelag, verður hon framvegis almenn og talan verður altíð um eina fyritøku, sum politiska valdið fer at hava ávirkan á, hóast hon verður loyst eitt sindur frá politiska valdinum, verður hon skipað sum eitt alment partafelag.
- Hetta er ein heilt serlig fyritøka og tí er tað umráðandi, at vit viðgera tað væl og virðiliga, áðrenn vit gera broytingar.
Men nú upplivdu vit fyri nøkrum árum síðani, at Rúsan tók ávís sløg av alko pops av hyllunum eftir stóra politiska misnøgd við, at hon var farin at selja hesi sløgini. Fær Rúsan fríari ræsir at selja um hon verður eitt alment partafelag?
- Tað er ilt at siga. Sjálv haldi eg, at tað er skeivt at selja alko pops, tí talan er í veruleikanum um sodavatn við rúsdrekka í, sum serliga er ætlað ungum fólki og sum av álvara eggjar ungfólki til at drekka. Men eg kann endurtaka, at skuldi Rúsan verið alment partafelag, fer politiska valdið langt frá at sleppa allari ávirkan á Rúsuna og tað er ongin sum sigur, at hon fær púra fríar ræsir at selja tað, hon vil, sigur Bjørt Samuelsen.
Fríari ræsir
Hon sigur, at ein stórur fyrimunur við at gera Rúsuna til alment partafelag, er at hon fær munandi roknskaparligar og fíggjarligar fyrimunir í sambandi við allar menningartilgongdir og íløguætlanir.
Í dag verður alt virksemi hjá Rúsuni stýrt av roknskaparárinum og ikki langtíðarætlanum og tað gevur henni støðugari karmar at virka undir, sigur Bjørt Samuelsen.
- Sum støðan er nú, hevur Rúsan skyldu til at lata landskassanum eitt ávíst avlop og tað ger, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv, hon hevur at arbeiða fyri ár um ár, tí avlopið til landskassan kemur í fremstu røð og so má annað virksemi lagast eftir tí.
Men verður hon eitt alment partafelag, verður tað framvegis eitt krav um avlop til landskassan, tí talan er um eina inntøku, sum landskassin ikki vil sleppa.