Rúsan skal missa sín einkarrætt til at selja øl. Tað halda teir tríggir løgtingslimirnir fyri samgonguna, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum.
Magni Laksáfoss, tingmaður, hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at bryggjarí skulu sjálvi sleppa at selja alt tað, tey sjálvi gera av rúsandi løgi, eisini sterkt brennvín. Sum er kunnu tey bara selja pilsnarøl og gulløl upp til 5,8 prosent, í sínum egnu sølubúðum, tí alt annað rúsdrekka hevur Rúsan einkarrætt til at selja.
Rúsdrekkapolitikkur er ein spurningur, sum rættiliga stór ósemja er um og hetta kemur eisini til sjóndar, nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur havt málið til viðgerar. Eisini í Vinnunevndini er nevniliga so stór ósemja um málið, tí hon kláraði ikki at fáa meiriluta fyri nakrari loysn. Tvørtur ímóti hevur býtt seg í heilar tríggjar minnilutar.
Janus Rein, sum hevur sæti í Vinnunevndini fyri Jørgen Niclasen, sum er burturstaddur, tekur ikki støðu til málið fyrr enn atkvøðast skal.
Ein annar minniluti tekur ikki undir við málinum yvirhøvur. Teir, sum eru í tí minnilutanum, eru Jákup Mikkelsen, Helgi Abrahamsen og Bárður Kass Nielsen úr Sjálvstýri, sum hevur sætið fyri Jógvan Skorjeim sum er burturstaddur. Teir tríggir halda, at Rúsan er eitt hent amboð at tálma nýtsluna av rúsdrekka, men hetta amboðið verður munandi skert, verður uppskotið samtykt. Verður hetta samtykt, verður talið á rúsdrekkasølum tvífaldað, og sostatt verður tað munandi lættari at fáa fatur á rúsdrekka, halda teir.
Teir vísa samstundis á, at kanningar vísa, at prísirnir á rúsdrekka, og møguleikarnir at fáa fatur á tí, eru sera avgerandi fyri, hvussu stór nýtslan er.
Men sjónarmiðið hjá tí triðja minnilutanum er sermerkt. Í tí minnilutanum eru Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen, sum øll trý eru í samgongu. Tey halda, at Rúsan skal varðveita einkarrættin til at selja rúsdrekka og vín. Men tey halda, at bryggjaríini skulu sjálvi sleppa at selja alt øl, og cider, tey sjálvi bryggja, eisini sterkt øl, sum Rúsan hevur einkarrætt at selja í dag.
Bryggjaríini hava sølustøð kring landið, og hesi trý tingfólkini vísa á, at sostatt skal tað verða óneyðugt at fara í eina Rúsu fyri at fáa fatur á øli, sama hvussu sterkt tað er. Og nú hava tey eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um tað, og tey mæla samstundis Løgtinginum til at samtykkja tað.