Rúsdrekkakoyring

Ein bilførari varð tikin við Bursatanga sunnumorgunin klokkan 10.45. Hann koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort. Og tað verður hann so skuldsettur fyri. Eisini eigarin av bilinum verður skuldsettur. Fyri at hava latið bilin til ein, sum ikki kundi koyra.
Løgreglan var eisini úti leygarnáttina og gjørdi ferðmátingar norðan fyri Kollafjørð. Har vórðu tveir bilførarar steðgaðir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 126 km/t og hin 130 km/t. Teir fáa helst ein treytaðan dóm upp á koyrikortið.