Ein maður í "vesturøkinum" varð seint í gjár tikin fyri at koyra við kenning og uttan koyrikort. Maðurin varð handtikin, og blóðroynd varð tikin av honum. Vakthavandi á løgreglustøðini veit ikki at siga, hvørja revsing talan verður um, tí at neyðugt er fyrst at vita, hvat blóðroyndin sigur.
Í nátt varð ein løgreglupatrulja eisini framvið á einum bústaði í "norðurøkinum" og kannaði eitt harðskapsmál.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at talan er um húsaófrið, men at kanningararbeiðið er ikki farið í gongd enn. Vanliga mannagongdin er at lata partarnar koma niður á jørðina, áðrenn kanningararbeiðið fer í gongd, umframt at bert ein patrulja er til arbeiðis um náttina, sum ikki kann setast av til júst hetta endamálið, tí hon má vera tøk, skuldi okkurt annað tikið seg upp.