Rúsdrekkanýtslan í Føroyum

Nakrir tankar í samband við skriving um rúsdrekkanýtslu

Sigvald Kristiansen

Nú tað er staðfest, at nýtslan av rúsdrekka økist í Føroyum, er væl skiljandi, at formaðurin í fyribyrgingarráðnum ger vart við støðuna. Rúsdrekka verður nýtt, tað kunnu vit ikki koma uttanum, men endamálið hjá fyribyrgingarráðnum er at tálma nýtsluni, og tað kunnu vit vist øll taka undir við, tí ovurnýtsla av rúsdrekka hevur so nógvar keðiligar avleiðingar við sær, bæði menniskjansligar og samfelagsligar, bæði fyri tann einkulta og fyri heildina. Hetta verður gjørt á ymiskan hátt á lóggávuøkinum við avmarkaðum útsølustøðum og tollavgjøldum, og alment við upplýsing um trupulleikar, sum ein ovurnýtsla av rúsdrekka kann føra við sær.

Rúsdrekkalóggávan kann av nógvum tykjast sum skerjan av tí persónliga frælsinum, sum vit leggja so stóran dent á og meta so høgt, og kostnaðurin av rúsdrekka kann tykjast ov høgur hjá teimum, sum fegin vilja njóta rúsdrekka við máta.

Her kemur so spurningurin upp, um eg hugsi meira um meg sjálvan og míni viðurskifti og minni um míni medmenniskju, heildina, samfelagið. Um eg eri egoistiskur ella solidariskur.

Tá vit hoyra um avleiðingar av rúsdrekkaávum frá Kvinnuhúsinum ella úr ferðsluni ella frá viðgerðarstovnum, so taka vit synd í teimum, sum tað gongur út yvir. Hvat kunnu vit gera í slíkum førum? Einki? Tøkk skulu tey hava, sum veita eina hjálpandi hond.

Vit vilja so fegin samanbera okkum við donsk viðurskifti, sum verða brúkt sum argument fyri, hvussu tað skuldi verið hjá okkum, eisini á hesum økinum.

Í Ugeskrift for Læger, sum kom nú í vikuni, skrivar yvirlæknin Jacob Ulrichsen frá Psykiatrisk Center, Amtssygehuset í Gentofte, grein um viðgerð av alkoholmisnýtslu og sigur millum annað:
Få lande er - om nogle - så hårdt ramt af alkoholmisbrug som Danmark, idet vores store alkoholindtag skønnes at koste samfundet 10 mia. kr. om året.

Her er bert nevnt, hvat rúsdrekkamisnýtslan kostar tí danska samfelagnum í peningi um árið í dag. Koma vit uppá somu nýtslu av rúsdrekka, sum í dag er í Danmark, kemur hetta at kosta okkum 100.000.000 kr. um árið, tá tosa vit bara um peningaligan kostna. Vilja vit verunliga koma at líkjast Danmark á hesum økinum? Hetta er ein spurningur, sum samfelagið má taka støðu til, og sum tann einstaki eisini má hugsa gjølla um.

Ofta verður í slíkum kjaki dentur lagdur á at upplýsa um vandan við misnýtslu. Meira upplýsing tykist vera loysnarorðið. Eg ivist ikki í, at danskarar eru væl upplýstir og vita alt um skaðar, sum rúsdrekkamisnýtsla førir við sær. Kortini er nýtslan av rúsdrekka økt so nógv, at tað hevur stórar samfelagsligar fylgjur, sí sitatið omanfyri. Vit eru ikki minni upplýst á hesum økinum, so tað er ein spurningur, um tað er nóg mikið við upplýsing. Nógv í Danmark kemur til okkara eftir nøkrum árum. Vónandi verður tað ikki so á hesum økinum.

Tað er fyrimunur í at fyribyrging enn at viðgera.