Henrik Møller, dómari, váttar, at rúsevnamálið er blivið útsett.
- Vit hava verið noydd til at útseta teir rættarfundirnar, ið vóru ásettir hesa vikuna, orsaka av sjúku. Tað er sjálvandi harmiligt, men sjúku fær man ikki vart seg fyri, sigur Henrik Møller.
Hann greiðir frá, at av ti at so nógv fólk eru partur av málinum annaðhvørt sum verjar, ákæri, nevningar og annað, so er trupult at finna eitt tíðspunkt, har málið kann takast uppaftur.
- So fyrsti møguleikin hjá okkum at halda fram við málinum er ikki fyrr enn í fyrstu viku í februar, sigur hann.
Henrik Møller sigur, at sambært lógini so skal málið avgreiðast soleiðis, at tað er sami dómari og somu nevningar, ið fylgja málinum allatíðina, og at tað av praktiskum orsøkum eisini er trupult at skifta antin verjar ella ákæra út.
Teir tríggir menninir, sum eru ákærdir í málinum, hava sitið varðhaldsfongslaðir í eitt ár, og spurningurin er so, um teir nú skulu sita nærum tríggjar mánaðar afturat varðhaldsfongslaðir av íkomnu støðuni.
- Tað er so tað næsta, sum vit skulu umrøða í málinum, og tí er rættarfundur ásettur seinni í vikuni, har rætturin skal taka støðu til, um teir framhaldandi skulu sita varðhaldsfongslaðir, sigur Henrik Møller.