Fyrr í dag skrivaðu vit her á in.fo, at rúsevni vóru funnin á Meginskúlanum á Sandi. Tá segði løgreglan, at man ikki var heilt greiður yvir, hvat slag av rúsevni talan var um, og hvussu stór nøgdin var.
Men nú hevur løgreglan staðfest, at talan var um ecstacy.
- Vit fingu í farnu viku eina fráboðan frá Meginskúlanum, at starvsfólk høvdu funnið ein posa við sjey tablettum í á skúlans øki. Hetta hildu tey vera eitt sindur illgrunasamt, og tí settu tey seg í samband við okkum, sigur Heri Andreasen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni.
Rúsevnini eru síðani kannað, og tað vísir seg, at talan er um ecstacy.
- Vit vita ikki, hvør eigur hetta, men tað er ikki óhugsandi, at tað er onkur næmingur á skúlanum, men tað vita vit ikki. Vit kanna málið, og SSP er eisini komið inn í myndina, so at skúlin saman við løgregluni og sosialu myndugleikunum kann taka málið upp saman við foreldrunum á skúlanum, sigur Heri Andreasen.
Hann leggur afturat, at um nakar heldur seg hava nakra vitan, sum kann hava áhuga hjá løgregluni, so eru tey vælkomin at siga frá á tlf. 114.