Í ár sleppur Maja at halda jól tvær ferðir

Hóast Maja bara er 20 ára gomul, hevur hon roynt meiri enn tey allarflestu á hennara aldri. Men hon hevur ongantíð roynt at hildið jól, soleiðis sum vit halda jól, men hon skal eisini halda jól, soleiðis sum tey plaga heima

 

Tá ið 20 ára gamla Maja kom til Føroyar fyri nøkrum mánaðum síðani, var tað eitt óvæntað upplivilsi. Øll vóru so fitt og blíð við hana; og tað var hon ikki von við. Hon trúði heldur ikki sínum egnu oyrum, tá ið hon hoyrdi, at føroyingar kundu fara heimanífrá, uttan at stongja úthurðina, ella lata bilin standa ólæstan.

Men tað er kanska ikki so løgið; at blíðskapur og álit ímillum menniskju eru ókend fyribrigdi hjá Maju. Tí hon er úr Bosnia; og so er helst ikki neyðugt at siga meiri. Í nógv ár hava vit dag og dagliga hoyrt um kreppur og kríggj, bumbuspreingingar og hópdráp í Bosnia og hinum londunum, sum fyrr vóru Jugoslavia.

Hóast sín unga aldur, hevur Maja upplivað tvey kríggj, tí heldur ikki Zvornic, býurin, sum hon er úr, slapp óskalaður undan krígnum, verri enn so.

Men tað var nú ikki hetta, sum førdi hana til Føroyar. Tað vóru góðu evni hennara sum flogbóltsspælari, sum vóru beinleiðis orsøkin til, at hon legði leiðina norðuryvir.

Men hóast ein uppvøkstur, sum hevur verið merktur av ótryggleika, hevur Maja ikki mist allar dreymar. Og nú, hon er komin til Føroya, er dreymur hennara at kunna spara so frægt av pengum saman, at hon kann sleppa heimaftur og hava ráð til at fara á universitetið í Beograd at útbúgva seg.


TAÐ VAR HELDUR ikki heilt av tilvild, at Maja endaði í Føroyum. Tvøroyrar Bóltfelag, TB, fór í summar at leita eftir einum útlendskum leikara at styrkja um flogbóltslið sítt, tí í ár var ætlanin at taka kappingina í føroysku landskappingini upp av álvara. Í tí sambandinum komu tey í samband við Borco Ilic, sum spælir flogbólt í SÍ. Hann er eisini úr Zvornic og kendi Maju væl, tí tey høvdu spælt í sama felag, og hann helt, at hon hevði verið fongur fyri felagið á Tvøroyri, tí hon er góður leikari, sum eisini hevur spælt á ungdómslandsliði í Bosnia.

Flogbóltsfelagið Dráttur úr Vágum hevði eisini fingið sær ein útlendskan spælara úr Bosnina. Hon eitur Marina Popovic og er systur Maju.

At eldra systurin legði eitt gott orð inn fyri Føroyar og føroyingar, hevur uttan iva gjørt avgerðina um at leggja leiðina norðuryvir, lættari at taka hjá Maju. Men annars var Maja ikki heilt ófyrireikað til føroyskan flogbólt, tá ið hon kom higar, hon hevði fingið sjónbandsupptøkur av onkrum dystum og hon kendi fleiri av spælarunum í ymsum liðum í Føroyum frá hesum upptøkum og frá systrini.

Annars er hon ikki heilt ókend við flogbólt uttan fyri heimlandið, tí hóast hon enn má metast at vera ein ársungi í hesum spælinum, hevur hon longu roynt seg sum professionella, bæði í Jugoslavia og í Týsklandi.

? Steðgurin í Týsklandi var ikki drúgvur. Eg var bara har í ein mánaða. Eg treivst ikki. Fólk vóru ikki so fitt sum í Føroyum. Eg dugdi ikki týskt og tey antin dugdu ikki, ella vildu ikki tosa enskt, tað fann eg ongantíð reiðiliga útav. So har var einsligt at vera og tí gjørdi eg skjótt av at fara heimaftur, greiðir hon frá á enskum.

Men tað, at ungfólk úr Bosnia leita sær útum landoddarnar er als ikki nakað ókent fyribrigdi.

? Landið og fólkið er so niðurundirkomið av kríggi, búskaparligum bakkasti og arbeiðsloysi í kjalarvørrinum av krígnum, at tað eru heilt nógv sum halda, at heimlandið er onki verandi stað. Nógv ungfólk vita, at tá ið tey eru liðug við skúlan, gongur leiðin lúkst í arbeiðsloysi. Tí er tað heilt vanligt, at tey sleppa sær burtur og royna at finna sær arbeiði og eydnuna í onkrum av londunum rundanum har, Eysturríki, Sveits, Týsklandi og øðrum, sigur Maja.


KRÍGGJ OG KREPPA. Tá ið vit nevna fyri henni, hvussu nógv, vit hava hoyrt um Bosnina í tíðindunum seinastu nógvu árini, svarar hon alt fyri eitt, at tað man ikki hava verið fyri tað góða.

Og tað er eisini týðiligt, at tað fellur henni ikki lætt at tosa um hesi viðurskiftini. Tað er kanska skijandi, tí í teirra býi sluppu tey ikki snikkaleys undan krígnum og tað eru upplivilsi sum seta seg fast og merkja fólkið, eisini langt aftaná at tað er hæsað av aftur. Ikki minst eina viðkvæma óvitasál, tí óviti var Maja tá ið kríggið brast á og tey flestu krígsárini við.

? Hjá okkum var kríggið ikki so ringt sum aðrastaðni í Bosnia. Men av og á hoyrdu vit bumburnar bresta, men ofta vistu vit ikki hví tey bumbaðu, ella hvar tey bumbaðu, so tað var ikki lætt at sleppa sær undan, so fólk gingu bert og mólu.

Men eitt skifti sluppu Maja og tey ikki í skúla í ein heilan mánaða, tí skúlin varð sprongdur í luftina við eini rakett.

? Hjá okkum plagar skúlagongdin at vera í tveimum. Summi ganga í skúla frá sjey á morgni til á miðdegi og onnur frá klokkan eitt til út á kvøldið. Tá ið rakettin rakti skúlan var klokkan hálvgum eitt, so tað var akkurát døgverðatími og ongin var í skúlanum. Tað var ótrúliga heppið, men skúlin varð oyðilagdur, so vit sluppu ikki í skúla. Býurin varð eisini bumbaður aðrar ferðir við, men húskið hjá Maju slapp undan.

Sjálv er Maja serbi og hon stúrir fyri, at tað er so nógv ilt hent ímillum tey ymsu fólkasløgini har á leiðini, at tað er ómøguligt hjá teimum at liva lið um lið í friði aftur.

? Øll vilja liva í friði við hvørjum øðrum, men tey klára tað ikki. Kanska fer tað at eydnast við tíðini, tá ið nýggj ættarlið koma til, men ikki nú, heldur hon.


FÁTÆKRADØMI OG ARBEIÐSLOYSI. Hon sigur, at nú eru umstøðurnar í heimlandinum betri soleiðis at skilja, at nú er ikki kríggj longur.

Men kríggið hevur oyðilagt landið og ført til stórt fíggjarligt bakkast og arbeiðsloysi, tí meginparturin av ídnaðinum er slættaður við jørðina, eisini í heimbýi hennara. Í kjalarvørrinum á tí hevur eisini nógvur kriminalitetur tikið seg upp.

Tí er arbeiðsloysið stórt. Tað kunnu ganga vikur og mánaðir ímillum at fólk hava arbeiði, og soleiðis er eisini hjá hennara foreldrum og næstringum. Og tá ið tey hava arbeiði, kann tað eisini ganga mánaðir ímillum, at tey fáa løn.

Sostatt hava tey ikki ráð at keypa nakað serligt. Tey eru í teirri undarligu støðu, at tað er nóg mikið av vøru í krambúðunum, tey hava bara ikki ráð at keypa nakað av tí.

Mamma hennara hevur seymað og hon fekk um 180 týskar markar, ella útvið 700 krónur, um mánaðin.

? Fyri tað fekk hon keypt breyð og mjólk hvønn dag, viðhvørt frukt og grønmeti og kanska eitt sindur av kjøti.

Men nú er hon arbeiðsleys eftir at hava arbeitt 17-18 ár á sama virki. Pápi hennara arbeiddi á sama virki sum mamman og gjørdust eisini arbeiðsleysur, men fekk síðani annað arbeiði, hann er okkurt slag av handverkara, men er arbeiðsleysur av og á. Hann forvinnur eitt sindur meiri enn 180 markar um mánaðin, tá ið hann hevur arbeiði, men tað gongst ikki altíð líka lætt at fáa lønina og viðhvørt eru tey langt afturút. Við sínari inntøku klárar hann at betala ljós og varma, vatn og íbúð, o.s.fr.

Hvussu standurin er við samskiftinum í Bosnia, er postflutningurin eitt dømi um.

? Tað er ógvuliga misjavnt, hvussu tað gongur at senda heim við posti. Halda postfólkini, at peningur er í eini sending, stjala tey hana, so tað er hips um haps um postur kemur fram, ella ikki.


HALDA JÓL TVÆR FERÐIR. Maja Popovic heldur, at tað eitt sindur merkiligt upplivilsi fyri seg at koma til Føroya.

? Fólk vóru so ótrúliga blíð og spurdu meg alla tíðina um eg hevði brúk fyri onkrum, ella um eg manglaði okkurt og her hava øll pengar.

? Í fyrstuni tá ið eg var komin, stongdi eg altíð hurðina og tað gekk ein tíð, áðrenn eg skilti, at tað var óneyðugt.

Hon vildi heldur ikki trúgva systir síni, tá ið hon segði, at í Føroyum var heldur ikki neyðugt at læsa bilin, hvørja ferð, fólk fóru frá honum.

? Her er deiligt at vera og so er her eisini friðarligt.

Nú jólini eru í hondum, verður tað eisini ein nýtt upplivilsi hjá Maju at halda jól í Føroyum. Har, hon býr, eru tey ortodoksir katolikkar og tey halda ikki jól, soleiðis sum vit.

? Fyri tað fyrsta hava vit ikki sama álmannakka sum tit. Hjá okkum eru bæði jól og nýggjár 14 dagar eftir tykkara jól og nýggjár. Vit halda jól 7. januar, men tað eru ikki jól sum hjá tykkum.

? Hjá okkum fara øll í kirkju klokkan fimm um morginin. Tað er ein gudstænasta, sum varar í tveir tímar og vit standa uppi alla tíðina, konufólkið vinstrumegin og mannfólkið høgrumegin.

Annars verður ikki gjørt nógv burturúr gávum ella pynti, tað eru bara børnini, sum fáa okkurt góðgæti. Men hendan dagin er kortini serliga góður matur at eta. Og øll hava eitt ávíst træ, sum kann minna um okkara jólatræ.

Men í ár sleppur Maja at halda eini ordilig føroysk jól. Hon skal fyrst vestur í Vágar til systir sína og tær báðar skulu so halda jól í Havn hjá næstringum hjá drongi systir hennara.

? Tað eri eg eitt sindur spent uppá, sigur hon..... ella kanska er tað rættari at siga, at eg eri eitt sindur forvitin, sigur hon so, tá ið hon hevur hugsað seg eitt sindur um.

Men 7. januar ætla hon og systurin eisini at vera saman at halda jól, sum minna um jólini heima, so frægt sum tað ber til í Føroyum. Tær hava fleiri landsmenn í Føroyum og kanska verður onkur annar saman við teimum eisini. Sostatt sleppur hon at halda jól tvær ferðir í ár.

Hvussu leingi Maja verður í Føroyum, veit hon ikki.

Hóast henni dámar væl, skerst ikki burtur, at her er alt fremmant. Maturin er øðrvísi, tí hon fær ikki tað, hon er von við og hóast hon vildi gjørt heimligan mat sjálv, fæst tilfarið ikki.

Men tað, hon hevur truplast at venja seg við, er vindurin.

? Viðhvørt noyðist er rættiliga at leggja meg upp í vindin fyri at koma fram, sigur hon.

? Men føroyingar eru ógvuliga fitt fólk. Heima hjá okkum er tað týðiligt, hvussu nervøs øll eru, tað hevur kríggið gjørt. Fólk støkkur saman, bara tey hoyra okkurt óvanligt. So í Føroyum er nógv øðrvísi.

Stórvegis ætlanir fyri framtíðini hevur hon ikki, men hon vónar at kunna spara so frægt í Føroyum, at hon fær ráð til at fara á universitet. Tað er dýrt at ganga í skúla, tí tey fáa ongan lestrarstuðul og skulu tískil betala alt sjálvi. Akkurát, hvar hon ætlar sær at lesa, veit hon ikki í løtuni.

Umframt at spæla flogbólt arbeiðir hon eisini á Føroya Fiskavirking á Tvøroyri. Hon ætlar eisini at læra seg eitt sindur á føroyskum. Har hon býr, er konan í húsinum lærari og hon skal læra Maju tær vanligastu vendingarnar og, hvussu ymiskt eitur.


ENN SKILUR HON ikki nógv av føroyskum, men okkurt hevur hon fingið við kortini,

? Tá ið arbeiðsformaðurin rópar ?bíða, bíða bíða?, veit eg, at tá er best at halda seg aftur eina løtu, sigur hon.

Annars heldur hon, at føroyskt er ringt at læra, tí tað verður ikki sagt sum tað er stavað. Hjá teimum verða orðini søgd beint fram sum tey eru stavað.

Aftaná arbeiðið venur hon flogbólt flestu dagarnar og í vikuskiftunum eru dystir. So frítíð er ikki so øgiliga nógv av.

? Men viðhvørt eru onkrir av spælarunum saman eftir venjing og onkuntíð er hon eisini uppi hjá teimum, hon býr hjá og og fær ein kaffimunn.

? Annars hyggi eg eftir filmi, eg havi upp í rúgvur av videofilmum, sigur hon.

Men í Vágum hevur hon eisini roynt at verið í bindiklubba saman við systrini og hennara vinkonum og tað er týðiligt, at hon helt tað vera sera stuttligt.

Fyribils er tað greitt, at Maja verður á Tvøroyri til landskappingin í flogbólti er liðug í vár. Hvussu verður næsta ár, er óvist, men greitt er tað, at leiðslan í flogbóltsdeildini í TB vil fegin hava hana at verða verandi, tí umframt at vera ein góður flogbóltsspælari, er hon eisini ein blíð og fryntlig genta, er skoðsmálið, hon fær frá TB.